Hørður H. Askham greiðir frá, hví hann hevur valt at skifta KÍ út við HB.
24 ára gamli Hørður H. Askham skiftið í 2017 til KÍ frá B36. Steðgurin í Klaksvík gjørdist í tvey ár. Nú hevur Hørður skift til HB. Langa frástøðan til Klaksvíkar var avgerandi.
– Eg búgvi í Tórshavn, so tað ger tað lættari hjá mær at koma til og frá venjing. Eg havi eisini tosað við HB, og eg haldi, at teir hava eitt spennandi projekt koyrandi. Eg havi eisini spælt í HB sum ungur, so tað verður stuttligt at royna seg aftur her, sigur Hørður H. Askham.
Einki at seta fingurin á í KÍ
Hørður hevur tosað við KÍ um nýggjan sáttmála og heldur, at hann hevur ment seg nógv í KÍ.
– Eg havi tosað við KÍ um nýggjan sáttmála, og har er einki at seta fingurin á. Eg havi alt gott at bera KÍ, og havi havt tað øgiliga gott. Eg føli, at eg havi ment meg nógv sum leikara. Eg føldi bara ikki, at eg hevði orkuna til at brúka yvir fimm tímar næstan hvønn dag til koyring og venjing, sigur Hørður H. Askham við Norðlýsið.
Sambært FaroeSoccer spældi Hørður 63 dystir tilsamans fyri KÍ í 2017 og 2018.


