Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tí skrivaðu tey ‘ogn Føroya fólks’ í lógina

Óli Jacobsen

Fekk fortalt eina søgu um ein kendan føroyskan politikkara, sum undir einar avhoyring segði: “Hr. dommer, det passer ikke, det er slet ikke er meningen med loven. Jeg kender den godt, fordi jeg har selv skrevet loven.”

Fekk fortalt eina søgu um ein kendan føroyskan politikkara, sum undir einar avhoyring segði: “Hr. dommer, det passer ikke, det er slet ikke er meningen med loven. Jeg kender den godt, fordi jeg har selv skrevet loven.”

“Jamen kære hr. NN” svaraði dómarin, “hvorfor har du så ikki skrevet hvad du mente?”

Vit hava brúk fyri kjaki, men tað má vera upplýst. Annars gruggar tað bara, heldur enn at vera upplýsandi.

Greinskrivarin kundi sum eina byrjan, og áðrenn hann fór út at spyrja um 20 ára gomul viðurskifti, farið til upprunakeldurnar, sum eru lógaruppskotið, viðmerkingarnar til uppskotið og viðgerðin, ið lógaruppskotið fekk í løgtinginum, áðrenn tað bleiv til løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994.

Kanska hevði greinskrivarin tá fingið eina ábending um, hvat løgtingið mest túligt meinti við tað, sum bleiv skrivað í lógina.

Ein grundleggjandi spurningur at seta greinskrivarinum er: hvat hava fólksins ogn og rættindir hjá persónum og feløgum og so tað at “regulera fiskiskapin, geva fiskiloyvi og so framvegis” við hvørt annað at gera?

Fiskifør útinna fiskiskap, fiskiskapur verður framdur á fiskileiðini. Og landstýrinum/landstýris-manninum er heimilað at regulera fiskiskapin. Men fyri at fremja fiskiskap, so skal eitt fiskifar bæði hava veiði- og fiskiloyvi.

Í mínari donsku orðabók stendur fyri danska orðið ‘regulere’ “(løbende) tilpasse i forhold til de foreliggende omstændigheder, ønsker, behov el.lign.; foretage (mindre) ændringer.”

Í føroysku orðabókini stendur fyri orðið ‘regulera’ “at stilla, javna; stýra; laga til, skipa el. gera eitt sambært reglunum; r. et ur seta (el. stilla) klokku.”

Í millum 1994 og 2010 eru eingi fiskiloyvi útskrivað (royndarloyvir v.m. undantikin), har samsvar ikki hevur verið millum rættindini hjá ávísa felagnum og tað veiðiloyvið sum skuldi troyta hesi rættindi.

Men greinaskrivarin rør uppundir, at “det passer ikke, det er slet ikke er meningen med loven.”

Óli Jacobsen

Harleyfacadeacryl