Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tí spælir KÍ ikki á Svangaskarði

Jákup Ósá

KÍ hevur altíð spælt sínar heimadystir í Europa kappingum á Svangaskarði á Toftum. Soleiðis verður ikki í ár.

KÍ hevur altíð spælt sínar heimadystir í Europa kappingum á Svangaskarði á Toftum. Soleiðis verður ikki í ár.

Fyrr i kvøld skrivaðu vit um, at KÍ fer at hava heimavøll á ovara vølli í Gundadali í Europa League í ár. Hetta verður fyrstu ferð í søgu felagsins, at KÍ spælir Europa dyst á ovara vølli í Gundadali. Heimavøllurin hevur altíð verið á Svangaskarði. Mikkjal K. Thomassen, høvuðsvenjari, sigur, at KÍ hevur viðgjørt spurningin væl.

– Vit hava viðgjørt hetta gjølla og vigað fyrimunir og vansar. Vit hava mett, at hetta er okkara besta val. Eitt er, at vøllurin er tann minsti av teimum trimum (Ovari vøllur í Gundadali, Tórsvøllur og Svangaskarð), ið eru møguligir at leika á. Nakað annað er, at vit trívast og avrika væl á ovara vølli í Gundadali, og so er rammurnar annars eisini góðar á ovara vølli til ein slíkan dyst, sigur Mikkjal K. Thomassen við Norðlýsið.

At ovari vøllur í Gundadali er tann minsti ger, at ovari vøllur í Gundadali er tann, ið er nærmast vøllinum í Klaksvík í stødd. Vallarstøddirnar eru hesar:

Tórsvøllur: 105 X 68 metrar 

Svangaskarð: 105 X 68 metrar

Ovari vøllur: 105 X 65 metrar

Djúpumýra:100 X 64 metrar

Fyrri dysturin í Europa League verður leiktur 29. juni, meðan seinni dysturin verður leiktur 6. juli. Lutakastið verður 19. juni.

Harleyfacadeacryl