Greining: B36 vann FM 2014, men hvat var tað, sum gjørdi, at B36 var besta liðið í 2014?
Greining: B36 vann FM 2014, men hvat var tað, sum gjørdi, at B36 var besta liðið í 2014?
B36 er føroyameistari 2014. Tað er longu greitt hóast eitt umfar er eftir. Hóast eingin væntaði tað áðrenn kappingina, so vann B36 sannførandi og í grundini uttan stórvegis kapping, tí nærum alla kappingina var liðið leyst av hinum við meir enn trimum stigum niður til næsta liðið. Niðanfyri verður hugt eftir nøkrum av orsøkunum fyri, at B36 er besta liðið í 2014.
Einki trýst á
Eingin væntaði nakað av B36 liðnum áðrenn kappingina, og tá klárar B36 seg oftast best. Tað sama var galdandi í 2011 og 2013, tá úrslitini eisini vóru góð. Meðan liðið einki megnaði í mun til vónirnar í 2010 og 2012, tá nógv var væntað av liðnum. Gilli Sørensen, Súni Olsen og Evrard Blé vóru skiftir út við Alex Mellemgaard, Hanus Thorleifsson og Klæmint Matras. Avrikini áðrenn kappingina vóru heldur ikki sannførandi. M.a. var liðið niðurspælt móti EB/Streymi á heimavølli í venjingardysti og í Klaksvíkskappingini var liðið knúst sundur av HB. Hópurin sá ikki eins sterkur út og avrikini í venjingardystunum viðvirkaðu helst til, at vónirnar ikki vóru settar ov høgt. Hetta gjørdi, at einki trýst var á liðnum og tos um meistarastríð var ikki á dagskrá í mars mánaða.
Løtt byrjan
Kappingarskráin hjálpti B36 hópinum at fáa sjálvsálit tíðliga í kappingini. Skála og AB vóru fyrst á skránni og móti nummar 8 og 10 fekk liðið fult stigatal. Eftir hetta fekk liðið hepni sum skal til í teimum báðum næstu dystunum. Í 3. umfarinum móti Víkingi gjørdi ein gáva frá dómaranum í seinasta sekundinum, at B36 ikki fekk sítt fyrsta tap. Og í 4. umfarinum var tað ótrúligt, at HB ikki avgjørdi dystin áðrenn B36 slapp at javna inni í yvirtíðini. Alt hetta gav enn størri sjálvsálit, tí hóast hepni, so var fakta tað, at B36 ikki hevði tapt móti Víkingi og HB, sum undan kappingini vóru mett at vera tvey av sterkastu liðunum. Nú vóru fyrstu ábendingarnar um, at B36 hevði nógv av tí sum skuldi til fyri at stríðast í toppinum.
Venjarin
Eitt sum í nógv ár hevur eyðkent B36 er, at felagið hevur dugað væl at sett venjarar, sum hava passað væl til felagið. Tað tykist ikki vera tilvildarligt, hvør er venjari hjá besta liðnum. Í ár bleiv Sámal Erik Hentze settur, og hann hevur fyrr prógvað seg sum ein sera dugnaligan venjara. Hann hevur áður fingið HB til FM vinnara og í AB, har hann bygdi nakað upp, fekk hann góð úrslit eftir umstøðunum. Í B36 í ár hevur Sámal Erik aftur víst, at hann hevur tað sum skal til fyri at gera eitt lið til FM vinnara. Hópurin tykist virka væl sum ein eind, og so hevur venjarin fingið tað besta burturúr bæði profilunum og ikki minst teimum ungu og teimum, sum ein kanska ikki væntaði so nógv av. Reint taktiskt tykist Sámal Erik eisini vera millum teir bestu venjararnar í Føroyum.
Vinnaramentan
Í B36 er eftirhondini ein vinnaramentan uppbygt. Í B36 hópinum í 2014 hava teir flestu leikararnir roynt at vunnið FM fyrr. Tí kom Sámal Erik eisini til eitt felag, har hugburðurin var í lagi frammanundan. Tað er ein vinnaramentan komin í B36 sum ger, at felagið er blivið eitt støðugt lið í toppinum í føroyskum fótbólti. Heiðursmerkið 3 og FM 2 av seinastu 4 árunum tala fyri hesum.
Profilarnir frískir
Tað er eingin loyna, at B36 hevur stórar profilar, serliga í álopspartinum, sum í ár hava avrikað sannførandi. Heili 6 leikarar hava spælt allar 26 dystirnar í landskappingini og tað skapar stabilitet. Lukasz Cieslewicz hevur verið frískur alt árið. Hann misti t.d. 6 dystir í fjør vegna skaða. Slíkt ger stóran mun. Og álopsmakkarin Adeshina Lawal brúkti árið í fjør, tá hann eisini spældi væl, at venja seg við føroyskan fótbólt, so at hann í ár hevur skarað framúr sum kanska besti leikarin yvirhøvur í Effodeildini.
Føroya besta álop
B36 hevur allar 26 dystirnar havt Adeshina Lawal og Lukasz Cieslewicz í álopinum. Tó hevur Lukasz í summum dystum verið meira miðvallaleikari. Men hóast hesir báðir ikki liggja ovast á málskjúttaralistanum, so hevur hesin ”pakkin” við teimum báðum verið tann besti í Effodeildini. Tilsamans hava teir skorað 20 mál og tilsamans hava teir lagt upp til 23 mál. Hyggur ein eftir málunum, so er tað í allar flestu førum avgerandi mál. Hetta eru ikki leikarar, sum í einstøkum dystum skorað nógv mál, men ístaðin eru málini javnt býtt soleiðis, at tey altíð hava havt stóran týdning. B36 hevur ongan dyst tapt, tá antin Lukasz ella Adeshina hava skorað í 2014.
Breiddin var har
Undan kappingini var ein orsøk til, at B36 ikki var mett at kunna stríðast í toppinum, at liðið hevði onga breidd, sambært teimum flestu. Serliga í miðverjuni, men eisini á miðvøllinum var víst á, at leikarar manglaðu, sum høvdu neyðuga støðið. Men nú kappingin er av, so kann staðfestast, at hetta vóru skeivir pástandir. Tí í B36 hava vit sæð fleiri leikarar avrikað á høgum støði, sum fá høvdu roknað við. Í miðverjuni hevur Andrias Eriksen, sum fram til í ár ongantíð hevði leikt ein dyst í Effodeildini, verið sannførandi og á miðvøllinum hava bæði Klæmint Matras og Hanus Thorleifsson víst seg at hava havt neyðuga høga støðið, hóast teir antin ikki hava spælt ella hava verið lítið eyðsýndir í fleiri ár í føroyskum fótbólti. Á vinstra bakki kom Alex Mellemgaard, sum ikki hevði spælt í Effodeildini síðani 2010, inn og var serliga fyrsta triðingin avgerandi leikari við nógvum uppleggum. Jákup á Borg og Róaldur Jakobsen traðkaðu veruliga til serliga í fyrsta triðinginum av kappingini, tá teir vóru millum bestu leikararnar í kappingini. Málverjin Tórður Thomsen hevur bygt víðari uppá góða kappingarárið í fjør og hevur verið millum teir bestu málverjarnar í deildini. Afturat hesum koma leikarar sum Høgni Eysturoy, sum sjáldan fær yvirskriftirnar, og Hørður Askham, sum longu hevur snoddað til A-landsliðið sum 20 ára gamal. Og so hevur tað eisini týdning, at hava leikarar, sum taka møguleikan og gera mun, tá teir fáa hann hóast tað er sjáldan. Besta dømi um tað er Árni G. Nielsen, sum avgjørdi dystin í Fuglafirði við tveimum málum í 2-1 sigrinum í 24. umfarinum.
Hagtøl um B36 eftir 26 umfør í 2014:
Nummar 1 í Effodeildini við 61 stigum og málmuninum 52-23
Toppskjúttar: Adeshina Lawal (13), Jákup á Borg (8) og Lukasz Cieslewicz (7)
Upplegg: Lukasz Cieslewicz (12), Adeshina Lawal (11) og Alex Mellemgaard (9)
Hildið málið reint: 9 dystir
Skorað mál uppá deyðbóltsstøður: 18 (35 % av samlaðu málunum)
Latið mál inn uppá deyðbóltsstøður: 9 (39 % av samlaðu málunum)
Stig móti toppliðunum (nummar 2,3 og 4): 15 av 24 (Manglar HB dysturin)
Stig móti miðalliðunum (nummar 5,6 og 7): 21 av 27
Stig móti botnliðunum (nummar 8,9 og 10): 25 av 27
Stig fyrsta triðing: 23
Stig næsta triðing: 20
Stig síðsta triðing: 18 (manglar ein dystur)




