Harley
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

TÍ vann HB

Jákup Ósá

Norðlýsið hevur hugt eftir nøkrum av fyritreytunum fyri, at HB vann FM heitið í 2013.

Norðlýsið hevur hugt eftir nøkrum av fyritreytunum fyri, at HB vann FM heitið í 2013.

Hjá einum meistaraliðið eru tað altíð nógv ting, sum spæla inn fyri góða úrslitinum. Niðanfyri hava vit sett orð á nakrar av sterku síðunum hjá FM vinnarunum 2013.

Góð fyrireiking

HB hópurin brúkti og vandi seinasta veturin skilagott. Leikararnir vandu gjøgnum veturin serliga styrkisvenjing og tí vóru tað leikarar, ið vóru væl fyri, tá venjingardystirnir fóru í gongd. M.a. segði HB venjarin til venjingarkappingina seinast í februar, at hann hevði ikki sæð leikararnar so væl fyri áður so tíðliga á árinum. Hetta gjørdi, at HB kom til venjingardystirnar, venjingarkappingina og Klaksvíkskappingina sum eitt ódnarveður og nærum uttan undantak smurdi øll liðini av. Hetta gav uttan iva sjálvsálit, sum bleiv tikið við inn í landskappingina, har liðið fekk frálíka byrjan. Tí tað var í veruleikanum fyrsta triðingin av kappingini, at HB vann FM heitið. Tá høvdu teir 10 og 12 stig niður til nærmastu kappingarnarneytarnar í ávikavist ÍF og B36.

Nógvir streingir

HB hevur havt nógvar streingir at spæla uppá, tá teir hava verið mest skorandi liðið í Effodeildini. Hetta er avgerandi fyri FM heitinum. Hygg bara eftir málskjúttunum. Fróði Benjaminsen, Símun Samuelsen, Christian Mouritsen, Heini Vatnsdal og Kristin Mouritsen hava allir skorað 7 ella fleiri mál í Effodeildini. Tað hevur gjørt, at álopsleikarin Andrew av Fløtum hevur kunnað havt leiklutin sum ein týðandi leikari í uppbyggjandi spælinum og ikki so nógv sum ein málskjútti. HB hevur á vøllinum víst, at teir hava havt tann besta hópin, sum tey flestu spáddu undan kappingarárinum.

Stabilitetur

HB hava verið støðugir. Einaferð høvdu teir eina røð við trimum dystum uttan nakran sigur, men tað var tað. ÍF er ongantíð sloppið nærri enn 5 stig og einstøk keðilig úrslit hava ikki havt ávirkan á, at liðið ikki beinanvegin hevur reist seg aftur.

Gott álopsspæl

HB er liðið, ið hevur skorað flest mál yvirhøvur eitt kappingarár. Tað sigur alt um álopsspælið, sum hevur virkað væl størsta partin av árinum. Sum víst áðrenn, so hava nógvir leikarar átt sín leiklut í hesum. HB venjarin Oddbjørn Joensen hevur eisini alt árið gjørt greitt, at liðið skuldi spæla álopsfótbólt og leypa á hvønn dyst. Hetta vísti seg at halda væl og hóskaði hópinum væl.

11 ferðir málið reint

HB er eisini liðið, ið hevur latið minst av álum inn. Verjuparturin hevur til tíðir ikki sæð so góður út í nøkrum av teimum truplu dystunum, men í 11 dystum hevur tað eydnast at hildið málið reint. Í málinum hevur Teitur M. Getsson verið tryggur og frammanfyri hevur serliga Jóhan Troest Davidsen spælt støðugt saman við ymiskum makkarum.

Greiður málsetningur

HB var einasta liðið undan kappingarbyrjan, ið meldaði út, at liðið hevði sum málsetning av vinna bæði landskapping og steypakapping. Hetta var kanska djarvt, men realistiskt í hesum føri. Tað merkti eisini, at øll vóru greið yvir, hvat HB ætlaði og ikki minst hópurin sjálvur.

Norðlýsið ynskir HB til lukku við FM heitinum 2014

Harleywoodpaint