Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Tí vann KÍ FM 2022

Jákup Ósá

(Úr síðsta Norðlýsinum)

Sigfríður Clementsen viðmerkir kappingarárið higartil í 2022. Hann greiðir frá, hví KÍ vann FM, hvat skal til hjá avbjóðarunum og hvussu botnstríðið spælir av.

 

Leygardagin vann KÍ FM 2022 uttan at spæla á degnum. Hetta hendi, tí HB vann á Víkingi. Ein sum fylgir væl við føroysku kappingini er Sigfríður Clementsen, ið eisini hevur vunnið FM og løgmanssteypið nakrar ferðir sum venjari.

 

Tí vann KÍ FM 2022

– Teir hava tað besta fólkið, og teir hava nokk eisini tann sterkasta venjaran. So leggur man tað saman, so er tað natúrligt, at teir vinna FM. Sjálvt um KÍ er so sterkt, sum tað er, so er tað ikki lætt at vinna føroyameistaraheitið. Tað má man innsíggja. Eingin dystur er lættur, alt skal vinnast, og tað hava teir gjørt í ár. Tað er heldur ikki soleiðis, at KÍ allan vegin hevur spælt sjampagnufótbót, men teir hava fingið úrslitini. Undan kappingini vóru teir favorittar. Serliga tá man sá, at HB, sum man væntaði fór aftaná KÍ, ikki styrkti seg nakað nevnivert. So eg ímyndi mær, at komandi ár hevur HB næstan sama hóp og so nakrar útlendingar afturat. So eru teir kappingarførir aftur.

– Tað er ein øgilig styrki, sum er í spælistílinum hjá KÍ. Tað er øgiliga nógv við at gera tey somu tingini umaftur og umaftur og umaftur. So hava teir fingið ein Árna Frederiksberg í hópin, sum brýtur burturúr. Teir hava fingið ein Mads B. Mikkelsen, sum eisini brýtur burturúr viðhvørt og Jóannes Bjartalíð tað sama. So tú hevur eina stammu og so hevur tú nakrar leikarar, sum arbeiða í hesi stammuni, men sum eisini fáa loyvið at bróta burturúr. Tað ger, at teir eru truplir at spæla ímóti. Har eru so nógvir góðir leikarar. Klárar tú at hála Árna niður, so brúka tú ein hálvan leikara afturat til tað, og so er pláss til Jóannes ístaðin t.d. Teir hava tað besta fólkið og hava eitt konsept, ið heldur, sigur Sigfríður Clementsen við Norðlýsið.

 

Lyklaleikarar

– Teir eru fleiri, sum eru lyklaleikarar í ár. Árni hevur verið eitt tíðarskeið, Jóannes Bjartaíð hevur verið eitt tíðarskeið, Páll var eitt tíðarskeið, Heini & Odmar eru har, Mads var sterkur eitt tíðarskeið og vinstri bakkurin, Patrick Da Silva hevur verið ordiliga góður. Har er ikki bara ein, tí hasir hava allir toppað uppá okkurt tíðspunkt. Jákup B. Andreasen hevur eisini verið støðugur allatíðina. So tað hevur verið øgiliga komplett, sigur hann.

 

Bólkaspælið

Spurningurin er so, hvat skal til, fyri at KÍ skal røkka bólkaspælinum í Evropa.

– Tað er ein góður spurningur. Mathias Rosenørn er ikki ordiliga testaður, men tað er møguligt, at málverjin kundi blivið uppaftur betri. Tað vísir seg í øllum førum, um ein hyggur eftir teimum veikaru liðunum í Føroyum, at skalt tú yvirliva, so er eitt øgiliga gott hugskot at hava ein øgiliga góðan málverja. So spurningurin er, um ein kann fáa ein, sum er líka eitt stig hægri. Hinvegin, so eri eg ikki til venjing hjá KÍ, so hatta er ein meting uttanífrá. Tá man hevur sæð Evropadystirnar, so hevur hann verið trýstur eitt sindur meir enn aðrir. So er tað kappingin við topp álopsleikaranum. Tað er ikki tí, at Páll ikki avrikar, men tað er eitt hugskot at hava tveir sum í fjør, tá KÍ hevði Bob Sumareh. Tað gav nakað at hava ein afturat. Tað eru kanska tvey pláss í hópinum, sum kunnu blíva sterkari. So eru vit eisini har, at vit hava Heina Vatnsdal & Odmar Færø í miðverjuni. Tað er ríkiligt í føroysku kappingini, men hvat hevði hent, um tað kom ein miðverji inn, sum var líka eitt stig hægri enn teir. Hatta er jú øgiliga sterkir leikarar, men tað er møguligt, at um tú skalt lyfta, at tú skal hava ein uppaftur sterkari. Í Føroyum hevur KÍ ikki trupulleikar í verjupartinum, tí fá mál fara ígjøgnum, men í Evropa hevur tú kanska brúk fyri eitt lítið sindur meir. Taka vit t.d. HB í 2020, tá Jens B. Askou var venjari har, tá hevði HB landsliðsmiðverjar sum Hørður Askham og Bartal Wardum, men so kom ein útifrá, Delphin Tshiembe, sum lyfti stigið eitt sindur, frammanundan hevði man Lasse Andersen, sum eisini lyfti tað eitt sindur. So har hevur man havt nakrar miðverjar, sum hava lyft liðið eitt sindur. Og so uppá sama máta við Mikkel Dahl í álopinum. So veit eg ikki, um man kann flyta tað yvir á KÍ, sigur Sigfríður.

 

Mads Borchers

Kanska heitasta navnið í føroysku deildini, um vit ikki rokna toppliðini uppí, er danski álopsleikarin há 07 Vestur, Mads Borchers. KÍ og HB eru í leysasøgunum sett í samband við hann.

– Tað er ein dugnaligur leikari. Fyri nøkrum árum síðani keypti KÍ Albert Adu úr TB. Hann sá øgiliga sterkur út á einum botnliði, men so vísti tað seg, at tá hann kom til KÍ, so var tað ikki líka lætt. Eg veit ikki, um Borchers er sterkari enn tað. Tað er kanska okkurt, sum bendur á tað. Eg hevði ímyndað mær, at hann stendur á ynskislistanum hjá fleiri feløgum. Men hann er framvegis bundin í Esbjerg, so tað er nokk ikki bara bara at fáa hann. Men á einum 07 Vestur liði, ið ikki hevur verið sterkt, hevur hann verið eyðsýndur, sigur viðmerkjarin.

 

NSÍ er vónbrotið

Størsta vónbrotið í kappingini er NSÍ.

– Tað er nokk NSÍ uppá ein máta. Vit vistu, at NSÍ fór at fáa eitt annarleiðis ár, men man hevði ikki væntað, at teir fóru at verða í beinleiðis niðurflytingarvanda í endanum av kappingarárinum. Teir hava ein lykladyst móti B68, sum kanska verður avgerandi. Teir løgdu afturat í summar við royndum venjara og fleiri leikarum. At man ikki sær ágóðan av hesum er eitt sindur óvæntað. Tað vísir bara, at tá tú fyrst kemur niður í eitt hol, so er tað trupult at koma uppaftur. Tað er tað ikki fótbóltsspæl, men aðrar mekanismur. Eg havi roynt tað onkuntíð. Tað eina árið í HB kom eg inn mitt í kappingini, tá teir lógu nr. 7 ella 8. Vit arbeiddu og arbeiddu. Eg veit ikki, um tað hevur nakað við at gera, at feløgini hava eina stødd, og man sær ikki seg sjálvan sum eitt botnlið. Kanska skuldi man havt spælt meira einfalt, meira beinleiðis og verið meir í javnvág. Hyggur man eftir fleiri av dystunum hjá NSÍ, so hevur NSÍ bóltin meir. T.d. móti EB/Streymi. So gyppar EB/Streymur ein bólt burtur, hann fer uppum ein NSÍ’ara, og so eru teir aftanfyri. So er eitt hornaspark, sum fór beinleiðis í mál eina dystin. So verður bólturin spældur uppá tvørs, ein álopsleikari kemur ímillum og skorar. So stór mistøk frá einstaklingum, ið eisini koma av hesum trýstinum. So tú kemur í nakað, sum er torført at koma burturúr. Og kanska tað, at man sær seg sjálvan eitt sindur hægri enn man er. NSÍ eigur tó at koma fyri seg og aftur koma at kappast um 4. plássið, men tað gera teir bara ikki í ár. Um teir ikki fáa innsæð, at hetta er støðan og spæla eitt sindur meira primitivt og beinleiðis, so kann tað blíva NSÍ, sum flytur niður heldur enn B68.

– Klæmint A. Olsen er komin til málmøguleikarmar í ár, men hevur ikki verið líka skarpur. Men tað er eisini trýst á honum, at hann skal avrika, tí tað sær ikki út til at nakar annar klárar tað ella tekur við við at skora mál. Og so trúgvi eg, at tað eisini er yvir tíð hjá NSÍ ein avbjóðing við, at man leitar eftir identitetinum hjá sær, tí man hevur havt eina rúgvu av venjarum inni. Í Føroyum er tað ofta soleiðis, at tá ein venjari kemur inn, so avger hann, hvussu felagið ella liðið skal spæla. Fyrst hevði NSÍ Trygva Mortensen, har man spældi við kantum, nógvari ferð og lá nr. tvey eina árið. Man trúði kanska ikki ordiliga uppá tað og skuldi taka nakað eyka inn. Tá tók NSÍ Gerber inn. Hann kemur inn meir systematiskt, har teir seinna árið komu at verja 10 metur inni á egnari hálvu. So kom Sámal Erik Hentze við umstillingsfótbólti. So kom íslendarin, Guðjón Tórðarson, sum hevði langa bóltin uppá Pól Jóhannus Justinussen. So kom sviin Glenn Ståhl, sum spældi við trimum í aftastu ketu. So var Allan Jepsen, sum skuldi spæla bóltin út allastaðni frá.

– So teir hava ligið og vassað í nógvum ymiskum tingum. Nú hevur man kanska mist seg sjálvan eitt sindur burtur. Har eru eingir kantar. Klæmint skal liva av innleggum. Hvørjir leikarar hava verið har til at gera innlegg. Hópurin er kanska ikki rætt samansettur, tí til nøkur pláss er kanska tveir góðir leikarar. M.a. tann ungi Jørgen Nielsen. Hann hevði heilt vist verið best sum álopsleikari, men hann má út á ein kant at spæla, tí NSÍ hevur Klæmint. Tað er ikki hansara natúrliga pláss. Tað er uppá sama máta á onkrum øðrum plássi. Men so manglar man kanska ein høgra bakk, kanska ein betri vinstra bakk og hvørjar kantar hevur man. Vanliga hevði NSÍ hesar kantarnar og bakkarnar við ferð sum Jann Benjaminsen, Árni Frederiksberg, Petur Knudsen og Bárð J. Hansen. Innleggini eru ikki har nú, og nú trúgvi eg, at tað byrjar at ávirka Klæmint. Vit sóu, at NSÍ fór ikki at verða líka sterkt, men vit høvdu kanska ikki væntað hetta, sigur Sigfríður.

 

Skála kann koyra víðari við hesum

– Sum uppflytari var Skála favorittur at flyta niður aftur. Tí næstan hvørt ár flytur annar ella báðir uppflytararnir niður aftur. Í síðsta enda mangla einstaklingar við dygd. Man hevur ein málverja, sum til tíðir hevur kostað. Hevði man ístaðin ein toppmálverja, so tók hann okkurt av tí, og var við til at geva stig. Teir royna at spæla, men hinvegin, tá tú ert eitt botnlið, hvat hendur so. Tú spælir, ert ikki í javnvág, missir bóltin og verður revsaður. Eg vóni kanska, at teir nú eru kaldir og bara halda fram við hesum venjaranum. Koyra eitt ár afturat og byggja uppá tað, ið teir hava, í 1.deild, og so kanska eru sterkari í 2024 í bestu deildini. Heldur enn at skifta venjara og so aftur byrja av nýggjum. Skála er eitt lið sum hevur roynt at spæla. Trýr man uppá tað, so kann man fara niður og gera tað sama, tí tað er størri møguleiki, at tað riggar har. Man hvat hendir við hópinum? Megna teir at halda uppá leikararnar. Har eru leikarar, sum eru áhugaverdir fyri onnur lið sum t.d. NSÍ. Um teir t.d. ”stjala” Poul Kallsberg, hvar eru vit so. Hvat um Jákup Jakobsen fer aftur til NSÍ? So stendur man aftur har. Men varðveita teir fólki, venjaran og spælistílin, so eru teir kanska klárir, tá teir koma uppaftur í 2024. Taka vit tvey onnur botn 5 lið, AB og 07 Vestur, so hava tey dugað betri. Tey hava havt nøkur størri tap enn t.d. Skála, har tey verða hølvað av, og man hugsar, hvat hendur her? Men uppá ein ella annan máta eru tey komin innaftur og hava sagt, at vit gera so og so og knappliga, so koma stig inn móti HB o.s.v.. Man tillagar seg, at hatta er farið, nú er nýggjur dystur. Eg var einaferð venjari hjá TB. Har vóru teir vanir við at tapa fleiri dystir enn teir vunnu. Men teir dugdu ræðuliga væl, tá man fór til nýggjan dyst, at siga, at nú er null, nú byrja vit aftur. Nú hava vit aftur møguleikan at fáa trý stig. Tað hava lið sum AB og 07 Vestur dugað betri enn t.d. NSÍ. Tey hava jú fingið meir stig, enn man væntaði.

 

B68 er besta boð uppá niðurflytara

– Hesaferð byrjaðu teir illa. So skifta teir venjara, og teir hava havt nógvar skaðar gjøgnum alt árið. So kemur Jákup á Borg inn og stutt eftir kemur eitt upplop, har man heldur, at nú klára teir tað. Men so fara teir til Havnar og halda, at teir skulu leypa á B36. 1-2-3 so er man aftanfyri 3-0. Og so er man aftur í tí sama. B68 kann tað sama yvirliva sum NSÍ, AB og 07 Vestur. Men tað krevur, at man fær sett tveir dystir saman, har man fær trý ella seks stig. Eg dugi ikki at síggja, at tað eru nakað nevnivert veikari enn hini liðini, sum teir kappast við.

– Eg tippi, at tað verður Skála og B68, sum flyta niður.

 

Víkingur hevur avrikað optimalt

– Tað er eitt gott kappingarár hjá Víkingi. Teir yvirraska allan vegin ígjøgnum. Teir hava gjørt eitt stórt arbeiði. Teir hava sett nakar ungar lokalar leikarar við. Teir eru í góðari venjing, teir eru væl skipaðir og hava eina greiða spæliætlan. Man sær væl, hvat teir ætla at gera. At Víkingur er eitt topp 4 lið vistu øll undan kappingini, men at teir klára at liggja omanfyri HB er sera flott. Har er øgilig disiplin, og teir fáa tað optimala burturúr. Í mun til umstøðurnar, so er avrikið hjá Víkingi tað flottasta í deildini vitandi um, at tað er ikki lætt há KÍ at vinna FM heldur, sigur Sigfríður. Vit spyrja, hvat skal til hjá Víkingi fyri at taka síðsta takið.

– Tað eru raðfestingar. Tað lætta er at siga, keyp tveir klassaleikarar, og so kann man kappast. Men hinvegin hevur man nakað lokalt, sum eisini gevur nakað. Teirra avbjóðing er eisini, hvussu leingi teir eldu leikararnir halda. Blívur Atli Gregersen við? Sølvi Vatnhamar avrikar ”óhugnaligt”. Hann er bara blivin betri og betri, sum vínið. Andreas Lava Olsen, blívur hann við? So har eru nakrir týdningarmiklir leikarar, sum eru leiðarar og mentunarberar. Hvat hendir, tá teir steðga? Og hvør skal tá hjálpa til? Hevur man teir leikararnar í felagnum? Ella verður man noyddur at fara út at styrkja seg? Teir liggja nr. tvey. Tá teir vunnu í 2016-2017, so høvdu teir natúrligt eitt lið, har man líka skuldi styrkja liðið við t.d. Hans Paula Samuelsen, Adeshina Lawal, Sorin Anghel og Fróða Benjaminsen. Eg veit ikki, um tann tilgongdin er líka natúrlig at gera hesaferð og um tað er nokk? Tí man hevur eitt KÍ-lið, sum framvegis er ekstremt sterkt og professionelt. HB fer heilt vist at styrka seg til 2023.

 

EB/Streymur rakti við tilgongdini

– Undan kappingini helt er, at tað kundi blíva bæði fuglur ella fiskur. Teir hava havt stabilitet við sama venjara gjøgnum nøkur ár. Teir vóru í trupulleikum í fjør og kundu flutt niður uppá eina tíðspunktið. Men í ár hevur man styrkt seg við leikarum. Kristian Joensen er blivin málverji og hóast hann ikki allatíðina hevur avrikað á hægsta stigi, so er einki at ivast í, at teir hava fingið ein betri málverja, og tað hevur givið stig í nøkrum dystum. Teir hava fingið Boga Reinert-Petersen, Dánjal Godtfred, Filip Djordjevic, ið hevur ørt tað gott, Jay Andersen og Mattias W. Joensen. So teir hava styrkt seg við góðum leikarum, sum hava klára at lyft liðið. So hjá EB/Streymi er tað betri leikarar = betri úrslit. Teir høvdu møguleikan at koma heilt upp, men tað sær út sum, at B36 hevur funnið eitt ella annað. Men eg vænti ikki, at teir koma uppá 4. pláss.

– Eg hugsaði, at um teir taptu allar teir fyrstu dystirnar, sum vóru truplir, hvør skuldi so bera tað, tí har vóru nógvir leikarar útifrá. Men tá teir so fingu stig í hasum dystunum, so er tað natúrligt, at teir fóru at enda hægri, tí teir hava betri leikarar enn í fjør. Tá man so hevur eitt NSÍ-lið, sum undiravrikar og eitt B36-lið, sum heldur ikki hevur verið ordiliga har uppi, so er ein møguleiki at fáa 4. plássið.

– Um teir varðveita fólkið, so vænti eg, at teir kunnu fara at klára at liggja á 5. plássið og kanska fara at hótta uppeftir. Teir høvdu ein politikk fyri nøkrum árum síðani, at bara brúka lokalt fólk, har leikararnir øvdu lágar lønir o.s.v. Nú eru nakrir leikarar uttanífrá, sum hava lyft tað. Høvdu teir ikki fingið betri úrslit við hesum leikarunum, so høvdu teir eina avbjóðing. So høvdu hinir, ið hava mist plássið, spurt, hví teir skuldu sitið uttanfyri. So teir hava avrikað væl í ár og tað má man geva hópi og venjaranum Jákupi Martin Joensen rós fyri, sigur Sigfríður Clementsen við Norðlýsið.