Finn Baldvinsson greiðir frá, hví hann var í einari KÍ blusu á Camp Nou, tá Barcelona og Ajax spældu týskvøldið.
Finn Baldvinsson greiðir frá, hví hann var í einari KÍ blusu á Camp Nou, tá Barcelona og Ajax spældu týskvøldið.
Tá Neymar í 7.minutti legði Barcelona á odda 1-0, so vístu myndirnar á glaðar Barcelona fjepparar á Camp Nou. Men tað sum føroyska eygað serliga fangaði var, at í mannafjøldini var Merkið at síggja og at eini persónurin tætt við var í KÍ blusu. Tað var Finn Baldvinsson, sum saman við Joan Baldvinsson, Jónu Eydnugarð og Jákup Eydnugarð vóru til hendan dystin. Finn Baldvinsson greiðir soleiðis frá, hví hann var til dystin í KÍ blusu, tá vit spurdu hann um hetta.
– Tað var soleiðis, at sonur mín Heðin hevði 12 ára føðingardag í gjár, tá dysturin var spældur. Og um hann skuldi síggja pápa sín á Camp Nou, so var eitt at gera. Tað var at lata seg í KÍ blusuna. Um eg hevði verið í einari Barcelona blusu, so hevði verið verri at funnið meg millum allar hinar fjeppararnar. Og tað hjálpti væl til, at systkinabarnið Jákup Eydnugarð hevði Merkið við. Vit fingu fleiri sms boð, ímeðan dysturin var um, at fólk høvdu sæð okkum í sjónvarpinum. Men eg hevði ikki roknað við hesari søguni, áðrenn eg fór a Camp Nou, sigur Finn Baldvinsson við einum smíli úr Barcelona.




