Klaksvík
6,3°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tí vilja kinesarar hava føroyskan laks

Helgi Abrahamsen

Í Kina og øðrum asiatiskum londum verður laksurin etin ráur, og tað setir stór krøv til góðskuna.

Í Kina og øðrum asiatiskum londum verður laksurin etin ráur, og tað setir stór krøv til góðskuna.

”Tað er stórur munur á, hvussu vit og tit eta laks. Vit eta laksin ráan, og tí eru fleiri ting, sum hava sera stóran týdning fyri okkum,” segði Anthony Chung, laksakeypari úr Kina, á Virkisdegnum hjá Bakkafrosti í gjár.

”Fyri okkum hevur tað stóran týdning, at laksurin er feskur, at hann er natúrligur, og at fóðrið er gott. Tað skal eisini vera trygt at eta hann, og hann skal smakka væl. Vit leggja eisini stóran dent á at laksurin ikki verður seldur ólógliga ella undir følskum uppruna,” segði hann.

”Orsaka av øllum hesum, elska vit laks frá Bakkafrosti,” segði Anthony Chung, og fekk lógvabrestir frá áhoyrarunum.

Hann vísti myndir av laksinum úr Føroyum, sum hann sær út, tá hann kemur til Kina.

”Vit síggja stórt í, at laksurin er væl reinsaður, at hann ikki luktar, og at táknurnar eru frískar og reyðar. Okkum dámar eisini, at roðslan ikki er farin av, tí hetta hevur stóran týdning, tá vit skulu meta um, hvussu feskur hann er, og so dámar okkum eisini, at hann skyggir og er blankur,” segði Anthony Chung.

Hann legði somuleiðis stóran dent á fóðrið, sum laksurin fær at eta.

”Tað hevur stóran týdning, at fóðrið er natúrligt hjá laksinum at eta, at tað ikki hevur antibiotika, at tað ikki er genmodifiserað, og tað skal eisini hava fult sporføri,” segði hann.

Kassar og ísur hava eisini stóran týdning

”Vit leggja eisini stóran dent á kassarnar, sum laksurin liggur í, at teir eru sterkir, og egna seg til at flyta fiskin í,” segði Anthony Chung.

”Ísurin hevur eisini stóran týdning, tí tá tú etur fiskin ráan, so er tað týdningarmikið, at hann er reinur og feskur, og tí hevur ísurin stóran týdning,” segði hann.

Eisini segði hann tað er umráðandi, at fiskurin vendir rætt í køssunum.

”Tað hevur stóran týdning, at fiskurin liggur við búkinum niðureftir, soleiðis at hann varðveitir feskleikan, og at hann er tryggur at eta, tá hann skal etast ráur, og tað er eitt, sum Bakkafrost ger framúr væl, og tað ynski eg at takka tykkum fyri,” segði Anthony Chung.

Kina verður ein vaksandi marknaður

Tað búgva 1,3 milliardir fólk í Kina, og har eru fleiri enn 160 milliónbýir. Seinastu 30 árini er nýtslan av mati úr sjónum trífaldað í Kina, og fleiri frágreiðingar siga, at í 2030 fara 38 % av øllum mati úr sjónum at verða etin í Kina.