Brøðurnir Sólstein hava hugnað sær við lítlari verkætlan um Hvítusunnuna.
Jógvan Waagstein gjørdi lagið og Páll Sólstein legði til rættis fyri valdhorn í F og kornett í Bb.
Tikið upp í Studio Mike, Mikkjal Hvannastein.
Filmað hevur Kári Sólstein. Upptøkurnar eru úti í Grøv á hvítusunnu.
Njótið tónarnar niðanfyri.


