Í hesum døgum verður gitt óført um, hvussu endaliga støðan í Effodeildini fer at síggja út.
Í hesum døgum verður gott óført um, hvussu endaliga støðan í Effodeildini fer at síggja út.
Tíðindablaðið Sosialurin kom við í vikuni út við sínum árliga fótbóltsblaði, ið kom í hvørt hús í landinum. Blaðið væntar ikki nógv av KÍ í ár, sum onga framgongd fær í mun til í fjør, tí KÍ verða mettir at enda á 6. plássi í ár. Sambært hagtølunum er hetta ikki av leið, tí síðani KÍ flutti upp í 2010, so endar liðið í miðal sum nummar 5,75 gjøgnum farnu fýra árini.
Í morgin er nógv tilfar um Effodeildina og KÍ 2015 í Norðlýsinum, sum seinnapartin fæst til keyps í sølubúðunum. Samrøður við nýggja KÍ venjaran Mikkjal K. Thomassen og nýggja KÍ liðskiparan Jonas F. Rasmussen. Fyrrverandi Effovenjararnir Albert Ellefsen, Jógvan Martin Olsen, Øssur Hansen, Jón Simonsen og Pauli Poulsen siga sína meining um, hvat teir vænta av kappingini í ár. Umframt at eitt boð uppá endaligu stigatalvuna verður grundgivið. Eisini er nógv annað fótbóltstilfar í blaðnum.




