Harley

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tíðindabræv frá Mentunargrunni Studentafelagsins: Marita -eitt konubrot í landsins søgu

(Hannefía Joensen)

Bókin er ein lýsing í orðum og myndum av menniskjanum og politikaranum Maritu Petersen, sum skrivaði søgu, tá ið hon sum fyrsta kvinna gjørdist løgmaður í Føroyum.

Dagny Joensen
Marita -eitt konubrot í landsins søgu

Hon legði at kalla lunnar undir nýggja kvinnumentan, sum vísti, at kvinnur á øllum økjum kunnu taka ábyrgd á jøvnum føti við menn.

Arbeiðssetningurin hevur verið at lýsa Maritu Petersen gjøgnum tey fólk, sum høvdu nógv at týða fyri hana, og sum kendu hana væl, og somuleiðis onnur, sum hon samstarvaði við í ymsum førum upp gjøgnum árini. Her verður roynt at líta aftur um bak at vita, hvat tað var, sum gjørdi Maritu Petersen til tað áhaldandi og ósjálvsøkna fólk, sum allastaðni, har hon virkaði, vildi gera sítt ítasta fyri at bøta um viðurskiftini hjá fólki her á landi.

Høvundurin undrast eisini yvir, at øll bara hava gott at bera Maritu og endurgevur hetta brot: ”Tað vísir seg eisini í eftirtíð hennara í politikki, at tað er sjáldan, at politisk mótstøðufólk siga nakað neiligt um Maritu Petersen. Hennara styrki var at megna at tosa við viðhaldsfólk og mótstøðufólk á jøvnum føti. Hon hevði serlig evnir at fáa fólk at geva sær gætur, og hon brendi ongantíð brýr.”

”Marita –eitt konubrot í landsins søgu” er løgd til rættis og prentað á Føroyaprenti. 183 bls. 298 kr. Mentunargrunnur Studentafelagsins