Irma ger nú aftur verulig átøk fyri at fáa Norðfra-fiskavørurnar seldar.
Vit frætta, at teir eru væl nøgdir við góðskuna, sum liggur í vøkrum pakningi, sum teir sjálvir hava verið við til at designa.
Ikki eru meiri enn tveir mánaðir síðani, at Irma hevði sertilboð fyri at fáa fiskafløk seld í handlum teirra. Her var talan um fløk bæði við raspi og uttan.
Kundarnir lata væl at góðskuni.
Hóast danir ikki eta nógvan fisk sammett við kjøt, sær út til at nøgdin samlað av fiski økist.
Tað er sjáldan at síggja føroyskan fisk í donskum handlum, og tað er enn sjáldnari komið fyri at síggja føroyskan fisk í frystidiskunum undir føroyskum brandi.
Heilt nógv arbeiði skal leggjast í sølu av lidnari og meiri framkomnari fiskavøru. Her áttu Føroyar at sett meiri á, fyri at fingið fleiri føroyingar útbúnar í útlondum í søluarbeiði við góðum málførleika og arbeiði viðvíkjandi kanningum av ymiskligum mentanarmunum, sigur Norðfra í tíðindaskrivi.
Ì hesum viðfangi kann eisini verða sagt, at spennnandi er at hava fingið fótin innum í handli sum Irma, sum júst í seinastu viku varð kosin “besta arbeiðspláss í Danmark við handlum yvir 1.000 fólkum í arbeiði”.




