Í kvøld var tíðindafundur í Klaksvík undan Champions League dystinum millum KÍ-Bodø/Glimt.
Á tíðindafundinum luttóku Mikkjal K. Thomassen, høvuðsvenjari, Jákup B. Andreasen, liðskipari og Patrick Da Silva.
Á tíðindafundinum kom m.a. fram, at Odmar Færø nú venur aftur og væntast tøkur aftur til dyst skjótt. Kanska kemur dysturin í morgin ov tíðliga. KÍ-liðskiparin vónaði, at KÍ viðhaldsfólkini fóru at møta mannsterk upp. Mikkjal segði, at KÍ trúði uppá at fáa eitt gott úrslit, har tað í fyrstu atløgu snúði seg um at fáa eina leiðslu í dystinum. Eydnast tað, so kann nógv henda í fótbólti, helt hann. Hann vísti tó á, at fór KÍ at lata ov nógv upp, so kom styrkin hjá Bodø/Glimt til sjóndar.
Uppá fyrispurning um, hvussu Árni Frederiksberg hevði taklað at byrjað uttanfyri síðsta dyst, so rósti KÍ-venjarin honum fyri, hvussu loyalur hann hevði verið um støðuna.


