Á middegi í dag gjørdi Kringvarpið nógv burtur úr “FSF málinum” og fyri løtu síðan skrivar Dimma.fo at útlendskir fjølmiðlar gera nógv burtur úr málinum um “aðalskrivaran hjá FSF”.
Norðlýsið hevur nú fingið prógv fyri at tìðindini í norðurlendsku fjølmiðlunum eru frá Høgna Mohr, sum ikki er óvildigur partur í málinum.
At krígg er í FSF er eingin ivi um og ymiskt er hvussu fjølmiðlarnir hava valt at lýsa málið. Dimma og Kringvarpið hava næstan bara sett fokus á aðalskrivaran, meðan eitt nú Sosialurin hevur tosað við aðrar nevndarlimir í FSF – eitt nú næstformannin.
Fyri løtu síðan skrivaði Dimma at norðurlendsku fjølmiðlarnir sýndu málinum um føroyska aðalskrivaran stóran ans.
Vit á Norðlýsinum settu okkum í samband við nevndu fjølmiðlar og spurgdu hvar teir høvdu tíðindini úr Føroyum frá?
Og vit hava fingið skjalprógv fyri at tað er eingin annar enn útvarpsmaðurin, Høgni Mohr – sum við teldupostinum hjá konuni hevur sent eina sera skelkandi "Tip om skandale" til norðurlendskar miðlar.
Ì brævinum frá tíðindamanninum í kringvarpinum verður aðalskrivarin settur í sera ringt ljós.
So er spurningurin hvat endamálið er við "spammunum" úr Sortudýki. Tað er alment kent at Høgni Mohr er vinmaður hjá einasta stuðulsmannium sum forsetin hevur í starvsnevndini hjá FSF.




