Í samband við dystin millum KÍ og GÍ í Klaksvík sunnudagin 13. maj var ein ávísur KÍ leikari niðurgjørdur í sendingini 3-2 og harmast KÍ almikið henda nýggja mátan at greiða frá dystum uppá.
Talan var um beinleiðis niðurgering tí m.a bleiv aldurin á leikarinum tikin fram og eisini var ein slow-mynd av sama leikara sýnd. Í sama viðfangi legði journalisturin eftir leikarinum og gav honum nærmast skyldina fyri tað eina málið hjá GÍ og gjørdi harvið KÍ-leikaran til syndabukk.
Leikarin hevur í mong ár tænt KÍ við fullum huga og hevur verið ein av mest eyðsýndu útlendsku leikarunum í føroyskum fótbólti.
www.ki.fo




