Bókin Sambandsflokkurin í 100 ár, sum søgufrøðingurin Anja Andreasen hevur skrivað, er eitt spennandi íkast hjá øllum teimum, ið vilja vita meira um føroyska politiska søgu. Bókin kemur út fríggjadagin.
Fríggjadagin 18. august eru 100 ár liðin síðan trettan tingmenn kunngjørdu, at teir tóku seg saman í Føroya fyrsta politiska flokk, Sambandsflokkin. Í hesum sambandi gevur flokkurin nú út bókina Sambandsflokkurin í 100 ár.
Í bókini lýsir søgufrøðingurin Anja Andreassen søgu floksins og tað politiska umhvørvið í Føroyum hesa seinastu øldina. Talan er um eina søgubók heldur enn eitt vanligt minnisrit, og nógv áhugaverd viðurskifti, sum ikki hava verið alment frammi áður, verða viðgjørd á teimum 400 síðunum í bókini. Millum annað verður nýtt ljós kastað á føroyska tjóðskaparstríðið, og yvirhøvur er bókin eitt spennandi íkast hjá øllum teimum, ið vilja vita meira um føroyska politiska søgu.
Sambandsmenn, ið flokkurin nevndist ta fyrstu tíðina, bygdi á eitt felags ynski millum teir trettan tingmenninar um at tryggja Føroya fólki eina frísinnaða menning, og teir vóru sannførdir um, at hetta gjørdist best við at varðveita ríkisrættarligu bondini við Danmark. Fríðrikur Petersen varð valdur til fyrsta formann í tí nýstovnaða flokkinum, og Oliver Effersøe varð valdur til næstformann.
Í kunngerðini í Dimmalætting 18. august 1906 verður høvuðsendamál floksins niðurfelt við hesum orðum:
Partiets Hovedformål er at samle de Medlemmer af Tinget, som ville arbejde for en frisindet Udvikling for det færøiske Folk med særligt Henblik paa Bevarelsen af de nuværende statsretslige Forhold.
Í sambandi við bókaútgávuna verður almenn móttøka í Norðurlandahúsinum fríggjadagin 18. august kl. 16 har høvi verður at ogna sær bókina og at hitta høvunda og ritstjórn.
Sambandsflokkurin í 100 ár kostar kr. 298 í bókabúðunum.




