Klaksvíkar Kvøldskúli og Listaskúlin skipa fyri áhugaverdum skeiðum innan málningalist í mai 2007.
Tað er kendi danski listamálarin og fakbókarithøvundurin, Birger Møller, sum verður lærari á skeiðunum, sum eftir ætlan verða 2 í tali. Skeiðsstaður er Listaskúlin á Biskupstø.
Birger er útbúgvin á grafisku deildini á Skúlanum fyri Brúkslist og á Kunstakademiinum, Warszawa.
Hann hevur útgivið fakbøkurnar: Acrylmaleri. Gyldendal 1990, Gyldendals lærebog i maleteknikker. Gyldendal 2001 og Malebogen. Gyldendal 2006.
Birger Møller hevur seinastu 20 árini undirvíst í málningalist á ymiskum listaskúlum og seinastu 17 árini fast við Århus Kunstakademi. Birger Møller hevur í fleiri umførum verið í Føroyum og hildið skeið. Í mai mánað kemur hann bæði til Havnar og til Klaksvíkar at undirvísa. Tilmeldingini í Klaksvík stendur Archibald Black- tlf. 456177 fyri, meðan tað í Havn er Randi Gunnarsdóttir – tlf. 266575,ið tekur sær av hesum. Skeiðini verða á tveimum ymiskum torleikastigum.




