Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tíðindaskriv, Almanna- og heilsumálaráðið: Landsstýrismaðurin hevur tikið avgerð um at játta studningslán

(Norðlýsið – Tíðindi)

Landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum, Hans Pauli Strøm, gjørdi mikudagin 24. mai 2006 av at geva 9 umsóknum tilsøgn um studningslán til bygging av eldrabúplássum.

Landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum, Hans Pauli Strøm, gjørdi mikudagin 24. mai 2006  av at geva 9 umsóknum tilsøgn um studningslán til bygging av eldrabúplássum.
Hetta fer at útvega 136 nýggj eldrabúpláss kring landið.
Svar er sent øllum umsøkjarum í postinum.
Hans Pauli Strøm upplýsir, at tað er álagt honum sambært lóggávuni at hyggja eftir tørvinum á eldrabúplássum kring landið, og tað er út frá hesi fyritreyt, at hann hevur gjørt av at veita stuðul til fylgjandi økir:
Suðurstreymoy:


  • Bygging av ellis- og røktarheimi við Hoyvíkstjørn til 24 búfólk, studningslán 12 mió. kr.

  • Røktarheim á Boðaneshamri til 24 búfólk, studningslán 12 mió. kr.

  • Reststuðul til røktarheimið Tjarnargarð, kostnaður 280 tús. kr.

Í alt hevur landsstýrismaðurin gjørt av at veita góðar 24 mió. kr. til verkætlanir í Tórshavnar kommunu, sum fara at geva í alt 48 nýggj búpláss.
 
Suðuroyggin:

  • Bygging av eldrasambýli á Tvøroyri  til 16 búfólk, studningslán 800 tús. Kr.

  • Bygging av røktarheimi í Vági  til 24 búfólk, studningslán 12 mió. kr.

Hesar játtanir skuldu gjørt at allur tørvurin í Suðuroynni verður nøktaður.
 
Vestari partur av Heimarøktarøki 2, sum fevnir um Vestmanna, Kvívík, Leynar, Stykkið, Skæling, Vágar og Mykines:

  • Bygging av eldrasambýli í Sørvági til 10 búfólk, studningslán 500 tús. kr.

  • Bygging av ellis og røktarheimi í Vestmanna  til 24 búfólk, studningslán 12. mió. kr.

Hesar játtanir skuldu gjørt at allur tørvurin í Vágum og Norðstreymi verður nøktaður
 
Norðoyggjar:

  • Bygging av eldrasambýli í Svínoy til 8 búfólk, studningslán 400 tús. kr.

 
Eysturoyggin:

  • Víðkan av eldrasambýlinum í Gøtu frá 10 til 16 búpláss, studningslán 300 tús. kr.

Henda játtan skuldi gjørt at allur tørvurin í Eysturoynni verður nøktaður
 
Samanumtikið:
Talan er sostatt um tilsagnir uppá íalt góðar 50 mió. kr., ið sum nevnt fara at geva 136 nýggj eldrabúpláss tey næstu 2-3 árini.
Tørvskanningin, sum varð handað landsstýrismanninum í juli 2005 vísir, at tørvur er á 151 eldrabúplássum kring landið.
Við hesum er nærum komið á mál, og fegnast landsstýrismaðurin um, at politiskur vilji er frá bæði lands- og kommunumyndugleikum til at taka hesi stóru stig til frama fyri okkara gomlu, sum hava hesa røkt og umsorgan fyri neyðini.
 
 
Tórshavn, hin 26. mai 2006
 
Almanna- og heilsumálaráðið