Seinnapartin i gjár skrivaði Atlantic Airways undir sáttmála í London við bretskt felag um at keypa eitt flogfar afturat av slagnum BAe 146-200.
– Tann 15. Juni koma vit heim við triðja flogfarinum i flotanum hjá okkum. Hetta er enn ein stórur dagur i søguni hjá Atlantic Airways, sigur Magni Arge.
– Vit hava gjørt fleiri sáttmálar um flúgving uttanlands í ár, og eru í samráðingum um uppaftur meiri flúgving. Tá okkum so stóð í boðið at keypa eitt gott flogfar fyri ein sámuligan penga, valdu vit at gera tað.
Nýggja flogfarið er av júst sama slag, sum hini bæði flogførini hjá Atlantic Airways, men er nakað yngri enn hini.




