Hugnakvøld og bókaframløga Verður í Norðoya Sparikassa fríggjakvøldið 10. nov. 2006 kl. 20.00
Um miðjan november 2006 kemur út bók um at vaksa upp á størri bygd í 1950-unum. Tað er klaksvíkingurin Christoffer Jensen, sum fortelur frá hesi turbulentu broytingartíð við politiskari frustrasjón, sosialari ónøgd, arbeiðsloysi og doktarastríði, soleiðis sum hann upplivdi tíggjuáraskeiðið.
Bókin ber heitið "Ziskatrøðbrekkan" við tað, at snúningsásin í frásøgnini er "brekkan", har høvundurin vaks upp í Klaksvík.
Framløga av bókini verður í Norðoya Sparikassa í Klaksvík Fríggjakvøldið 10. november 2006
klokkan 20.00.
Á skránni er: Frásøgn, upplestur, undirhald, sangur og okkurt søtt.
Bókin, ið er 282 síður við bleytari permu, teksti og myndum, kostar 250 kr. í bókabúðunum og kemur út
á egnum forlagi
ZISKATRØÐBREKKAN
Hugnakvøld og bókaframløga
Verður í Norðoya Sparikassa fríggjakvøldið 10. nov. 2006 kl. 20.00
Skrá:
Framløga av bókini „ZISKATRØÐBREKKAN“
hjá CHRISTOFFER JENSEN um at vaksa upp í 1950-unum
Frásøgn
Upplestur
Undirhald
Sangur og okkurt søtt
Hans Hjalti Skaale
Kl. Hornorkestur
luttaka
„ZISKATRØÐBREKKAN OG NORÐOYA SPARIKASSI“
Øll eru hjartaliga vælkomin!




