Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tíðindaskriv: Charles Darwin á Klaksvíkar Bókasavni

John William Joensen

Hóskvøldið 10. september kl. 19.30 heldur Hans Andrias Sølvará fyrilestur á Klaksvíkar bókasavni við heitinum ”Menningarlæran í vísindaástøðiligum høpi”.

Fyrilestur á Klaksvíkar bókasavni

Hóskvøldið 10. september kl. 19.30 heldur Hans Andrias Sølvará fyrilestur á Klaksvíkar bókasavni við heitinum ”Menningarlæran í vísindaástøðiligum høpi”.

Menningarlæran hevur fingið ómetaliga stóran týdning fyri samfelag og mentan vestanfyri tey seinastu 150 árini, men atfinningarnar móti læruni hava eisini verið nógvar og harðar. Í hesum fyrilestrinum verða menningarlæran og tær atfinningar, sum hava verið settar fram ímóti henni, settar inn í eitt vísindaástøðiligt høpi, har nomið verður við tann heimspekiliga spurningin um, hvat vísindi yvirhøvur er fyri nakað.

Í ár eru 200 ár liðin síðan Charles Darwin varð borin í heim og í hesum sambandi er 2009 lýst at vera eitt serstakt Darwin ár, har nógv hevur verið gjørt burtur úr Darwin og menningarlæruni. Hóskvøldið verður høvi at hoyra meira um hetta á Klaksvíkar bókasavni.