Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tíðindaskriv: Ein nýggjur útbúgvingarmøguleiki – 3-ára HH

Norðlýsið

Føroya Handilsskúli í Tórshavn og á Kambsdali fara komandi ár undir 3-ára handils¬gymnasiala útbúgving stytt 3-ára HH

Tað merkir, at næmingar, ið hava lokið fráfaringarroynd fólkaskúlans, umframt FHS og síðani 2 ára HH, nú eisini kunnu søkja beinleiðis inn á HH. Endamálið við nýggja møguleikanum er betri at fyrireika næmingar skúlans til hægri lestur.

Sum liður í menningini av útbúgvingartilboðum Handilsskúlans hevur Føroya Handilsskúli valt at fara undir ein nýggjan útbúgvingarmøguleika.

Ein vaksandi partur av teimum, sum seinnu árini eru farin undir FHS útbúgvingina, sum er støðisárið í verandi skipan, ynskja at sleppa beinleiðis inn á HH.

Umsóknartølini seinnu árini vísa, at umleið 75% av teimum, sum ganga á FHS søkja víðari á HH. Hetta bendir á, at verandi skipan ikki á fullgóðan hátt nøktar tørvin hjá næmingunum.

Samstundis er nógv, sum bendir á, at HH í alsamt størri mun yvirtekur plássið hjá FHS, tá umræður lærupláss.

Við støðið í hesum metir skúlin, at tað er rætt at fara undir eina 3-ára HH-útbúgving afturat verandi útbúgving, ið er 1 ár (FHS) + 2 ár (HH).

Skúlin metir, at við eini 3-ára HH verður skapt ein enn betri útbúgving til teir næmingar, sum ynskja eina handilsgymnasiala útbúgving. Møguleikarnir fyri eini langtíðar tilrættarlegging fara at skapa betri fortreytir fyri námsfrøðiligari og fakligari menning og harvið í enn størri mun fyrireika næmingarnar til hægri lestur ella lærupláss.

Nærri kunning um útbúgvingartilboð Handilsskúlans er at finna á www.fh.fo ella www.fhk.fo

Føroya Handilsskúli

Reidar Nónfjall & Páll Isholm