Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tíðindaskriv: Eldur umborð á HERCULES

Hannefía Joensen

Reiðaríi kann nú boða frá, at teir burtur blivnu mennirnir eru úr hesum londum:
1 Russi
9 Kinverjar
Umframt tað er 1 kinverji funnin deyður.

Manningin á Herkules var totalt 116 í tali og vóru tey frá hesum londun . 2 Føroyingar, 3 Normenn, 4 Ukrainar 10 Peruanar, 27 Russar og 70 Kinverjar.

Umboð fyri reiðaríi, trygging og skipasýn eru á veg til Chile og verða frammi í dag og í morgin.

Eisini verður eitt skip frá Chiliensku sjóverjuni frammi í dag og um eldurin tá er avhasaður, verður møguliga roynt at fara umborð á HERCULES fyri at kanna støduna.

Reiðaríi veit ikki enn hvussu ella hvar eldurin er kyknaður, men møguliga er eldurin byrjaður í goymslurúminum fyri pakningstilfar.

Vit vilja seinni venda aftur við tíðindaskrivi, um nakað nýtt er at frætta.

Vinarligast
P/F Thor