Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tíðindaskriv: Fegnast um framstig

John William Joensen

Parkinsonfelagið hevur á fundi við stjóran á Landsjúkrahúsinum, Johnny í Grótinum, fingið kunning um at stig eru tikin til at stytta bíðitíðina hjá fólki, sum hevur tørv á neurologiskari viðgerð. Bíðitíðin hevur higartil verið 18 til 24 mánaðar

Parkinsonfelagið hevur á fundi við stjóran á Landsjúkrahúsinum, Johnny í Grótinum, fingið kunning um at stig eru tikin til at stytta bíðitíðina hjá fólki, sum hevur tørv á neurologiskari viðgerð. Bíðitíðin hevur higartil verið 18 til 24 mánaðar

– Bíðilistin við ávísingum til útgreinan fyri neurologiskar sjúkur hevur higartil verið millum 18-24 mánaðir, sum er alt ov long bíðitíð. Í 2015 hevur Landssjúkrahúsið tí valt at styrkt økið við at seta Bjarka á Rógvi Hansen í eitt parttíðarstarv sum serlækna í neurologiskum sjúkum at taka sær av samskipan og visitering innan alt neurologiska økið, herundir Parkinson. Fyri at fáa bíðilistan til neurologiska útgreinan munandi styttri hevur Landssjúkrahúsið valt at økja um talið av døgum, har serlækni í neurologi er til staðar á sjúkrahúsinum nú í desember, januar og februar. Hervið verður roknað við, at bíðitíðin verður stytt niður í 4-6 mánaðir frá februar 2016.

– Í heyst er samstarvsavtala gjørd við bæði Bispebjerg Sjúkrahús og Ríkissjúkrahúsið um telemedisinska tænastu innan neurologiska økið, har støðan hjá sjúklingum við neurologiskum symptomum ella sjúkum verður viðgjørd á hesum sjúkrahúsum, uttan at teir mugu av landinum til kanningar. Harumframt innibera samstarvsavtalurnar, at donsku sjúkrahúsini eisini taka ímóti kanningarúrslitunum á Landssjúkrahúsinum í sambandi við møguliga viðgerð í Danmark, soleiðis at hesar kanningar ikki eisini skulu gerast um aftur har. Umframt at betra um tænastuna til sjúklingarnar vilja hesar betringar eisini økja um kapasitetin á samlaða neurologiska økinum hjá Landssjúkrahusinum.

– Vit fegnast um tey framstig sum eru hend og leggja dent á at neyðugt er at nakað munagott verður gjørt soleiðis at fólk sum hava tørv á neurologiskari viðgerð fáa tað tænastu, sum tey hava tørv á.

Johnny í Grótinum, sjúkrahússtjóri.

Nevndin í Parkinsonfelagnum: Jákup Lamhauge, John William Joensen, Sofía Jacobsen og Durid Jóhannesen (forkvinna)