Uppskotið um fíggjarætlan fyri 2010, sum Tórshavnar býráð nú leggur fram, byggir á, at virksemið hjá kommununi heldur fram á einum nøktandi stigi og við somu tilboðum, sum borgarin fær nú.
Hædd er tikin fyri fleiri útreiðslum til lønarhækkingar og aðrar hækkingar, eitt nú vegna økt barnatal. Harumframt er lagt upp fyri nýggjum virksemi, sum er byrjað ella fer í gongd í 2010. Hinvegin eru eisini stig tikin til tess at tálma útreiðsluvøkstrinum, og hetta var longu gjørt, tá fíggjarætlanin fyri 2009 var endurskoðað í juni.
Ætlanin er at byggja nýtt røktarheim við 64 búplássum. Kommunan tekur við hesum eitt stórt stig fyri at nøkta tann stóra tørvin á økinum. Ætlandi verður heimið liðugt í 2011. Skattaprosentið verður hækkað og er henda hækking í høvuðsheitum til at fíggja hesa íløguna, sum so kann rindast eftir tveimum árum.
Varin fíggjarpolitikkur
Býráðið rekur framvegis ein varnan og ábyrgdarfullan fíggjarpolitik, og fleiri rationaliseringar og umleggingar eru framdar í rakstrinum í 2009 og í 2010. Dentur verður lagdur á, at hetta ikki skal raka barnafamiljur og trivnaðin hjá borgarunum í kommununi. Fyri at kunna halda fram við neyðugu íløgunum á eitt nú skúla-, eldra- og umhvørvisøkinum, er neyðugt at hækka skuldina, men framvegis er kommunan tó væl fyri fíggjarliga og megnar at svara hvørjum sítt.
Í høvuðstølum kann sigast um fíggjarætlanina, at samlaðu inntøkurnar fyri 2010 eru góðar 595 milliónir krónur, samstundis sum samlaðu útreiðslurnar fyri 2010 eru útivið 644 milliónir krónur, harav góðar 168 milliónir eru til íløgur (herav Tórshavnar havn 23 milliónir) og 476 milliónir til rakstur. Hetta gevur eitt hall upp á útvið 49 milliónir krónur, sum verður fíggjað við lántøku.
Opinleiki og gjøgnumskygni
Umframt at lúka treytirnar sambært kunngerðina um roknskaparverk kommunanna, er uppskotið til fíggjarætlan fyri 2010 merkt av opinleika, gjøgnumskygni og er sett upp eftir nýggjum sniðið.
Talan er um eitt fullfíggjað uppskot við øllum tølum og tilhoyrandi teksti, í mun til undanfarin ár, tá bara ein karmur hevur verið meldaður út fyri hvørt øki sær. Allar íløgurnar eru býttar út á hvørt øki sær.
Somuleiðis er frágreiðing til hvørja konto, so bæði politikarar, borgarar og fjølmiðlar kunnu síggja endamálið við hvørjari einstakari kontu, umframt hvat pengarnir verða brúktir til. Eisini gevur hetta nevndunum góðar møguleikar til at seta seg væl inn í uppskotið og viðgera tað gjølla, áðrenn 1. viðgerð verður í november mánaði.
Fíggjarætlanin er býtt upp í hesar greinar:
§ 1 Kommunal fyrisiting
§ 2 Almanna- og heilsumál
§ 3 Børn og ung
§ 4 Úndirvísing
§ 5 Mentan og frítíð
§ 6 Teknisk mál
§ 7 Kommunal virki
§ 20 Inntøkur
§ 25 Gjaldføri
Heðin Mortensen
borgarstjóri




