Harley
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tíðindaskriv: Flyfaroe

Hannefía Joensen

Fríggjakvøldið 20. apríl 2007 byrjar søluráðstevnan Flyfaroe, sum Atlantic Airways skipar fyri. Á Flyfaroe søluráðstevnuni hittist útlendsk og føroysk ferðavinna um keyp og sølu av feraðvinnutænastum.

Fleiri enn 100 fólk luttaka á Flyfaroe og útivið 70 teirra koma úr útlondum. Tey umboða 40 ferðavinnufyritøkur úr Norðurlondum, Bretlandi, Mið- og Suðurevropa eins og feraðvinnufyritøkum við heimstaði í USA og Japan.

Fleiri luttakarar koma úr Italia, sum skal royna seg móti Føroyum í fótbólti 2.juni í ár. Úr Bretlandi eru eisini fleiri fjølmiðlafólk. Framsýnararnir úr Føroyum eru 23 í tali.

Hetta er annað árið Atlantic Airways fyriskipar Flyfaroe og hondin hevur verið heppin, tí luttakaratalið er nógv størri í ár enn í fjør. Tiltakið er vaksið nógv meiri enn roknað var við og kann skjótt samanberast við Vestnorden Travel Mart, tá um 100 gestandi fyritøkur plaga at vitja tey trý Vesturnorrønu londini Føroyar, Ísland og Grønland.

Luttakararnir hittast fríggjakvøldið í Kirkjubø.
Leygarmorgunin verður ráðstevna í Norðurlandahúsinim og hildið verður fram seinnapartin við "work shop". Sunnudagin fara gestirnir á ferð um landið. Maria á Loftið hevur saman við Beintu Enni havt um hendi samskipanina av ráðstevnuni.

Magni Arge
CEO
Atlantic Airways Ltd.