Eins og undanfarin ár, so skipar Ítróttafelagið TREYSTI fyri tí árligu FØROYA BJÓR RENNINGINI á Norðoyastevnu.
Henda rennikapping er nú blivin ein fastur táttur í leygardagsskránni á Norðoyastevnu, og er hetta 7 árið á rað, at runnið verður í miðbýnum. Luttøkan hevur verið sera góð síðani tað byrjaði, og er hon voksin hvørt ár, og eru umleið 150 luttakarir við. Í ár verður renningin leygardagin 31. mai. Rutan verður tann sama, tvs. at runnið verður eftir Skúlavegi, Gerðagøtu og Biskupsstøðgøtu. Byrjan hjá børnunum verður við Telefonstøðina, meðan tey vaksnu byrja við Talvhúsið. Málið hjá øllum verður við Telefonstøðina. Kappingin hjá teimum vaksnu er samstundis 2. umfar í Grand Prix kappingini sum FÍF, sum er sersambandið fyri frælsan ítrótt, skipar fyri. Tó er tann broyting farin fram hjá teimum vaksnu, at ein skal verða limur í einum av teimum trimum feløgunum fyri frælsan ítrótt, fyri at telja við í Grand Prix samanhangi. Sum sæst niðanfyri so eru aldursbólkarnir hjá børnunum óbroyttir í mun til seinasta ár. Skráin fyri rennikappingina sær annars soleiðis út:
Kl. Aldursbólkur Umfør Teinur
12.00 Menn/Kvinnur (f. 1984 ella fyrr) 7½ 5 km
12.00 Veteranar (f.1957 ella fyrr) 7½ 5 km
12.30 Dreingir-7/Gentur-7 (f.1996 ella seinni) 1 675 m
12.40 Dreingir-10/Gentur-10 (f.1993-1995) 1 675 m
12.50 Dreingir-13/Gentur-13 (f.1990-1992) 2 1.350 m
13.00 Dreingir-17/Gentur-17 (f.1986-1989) 2 1.350 m
13.10 Firma-staffet (3 luttakarir, 1 umfar í part) 1 x 3 675 m x 3
13.20 Heiðursmerkjahandan
GRAND PRIX FYRI BØRN AFTUR Í ÁR
Aftur í summar verður skipað fyri einari Grand Prix kapping fyri børn, tvs. fyri bæði gentur og dreingir hvør sær. Grand Prix kappingin hjá børnunum verður í fimm umførum. Fyrsta umfar verður á Norðoyastevnu, næsta verður á Eystanstevnu ella Skálafjarðarstevnu (nærri verður lýst seinni), triðja verður á Varmakeldu, fjóðra á Vestanstevnu, meðan fimta og seinasta umfar verður á Ólavsøku. Kappingin er býtt upp í fýra aldursbólkar, sum eru hesir:
Dreingir-7 /Gentur-7 (f. 1996 ella seinni)
Dreingir-10/Gentur-10 (f. 1993-1995)
Dreingir-13/Gentur-13 (f. 1990-1992)
Dreingir-17/Gentur-17 (f. 1986-1989)
Stigatalvan sum verður brúkt hjá børnunum, verður tann sama sum hjá teimum vaksnu, tvs. at nr. 1. fær 40 stig og síðani fá teir næstu rennarnir 34, 30, 26, 23, 20, 18, 16, 14, 12, 10, 9, 8, 7, 6, 5, 4, 3, 2 og nr. 20 fær 1 stig. Vinnarir í teimum ymsu bólkunum verða so teir rennarnir, sum hava fingið flest stig tilsamans á Ólavsøku og fáa nummar 1, 2 og 3 steyp til ognar. Fyri at telja við í endaligu støðuni, so skal man hava verið við í minst 4 av teimum 5 kappingunum.
FÍF hevur í ár sett sum treyt, at fyri at kunna telja við í Grand Prix kappingini, so skal ein verða limur í einum av teimum trimum feløgunum fyri frælsan ítrótt: Treysti úr Norðoyggjum, Bragdið úr Havn ella Roysnið úr Eysturoynni.
FIRMA-STAFFETTIN
Aftur í ár verður skipa fyri firma-staffet. Seinastu trý árini hevur hon eydnast so mikið væl, at roynt verður aftur í ár. Aftur í ár er tað soleiðis, at ongin professionellir rennari kann verða við, tvs. ongin sum hevur luttikið í 5 km frammanundan, kann verða við í staffettini. Henda broyting skuldi gjarna ført við sær, at tað blívur hugaligari hjá amatørum at verða við, og tað skuldi aftur ført við sær, at talið á liðum eisini øktist. Annars er alt tað sama. Tríggir luttakarir (menn/kvinnur) frá sama firma renna eitt umfar, sum er 675 m, í part. Fyrsti luttakari á liðnum byrjar og rennur eitt umfar, næsti luttakari stendur klárur á málinum og fær eitt klapp frá tí fyrsta og rennur síðani avstað, triðji og seinasti luttakari stendur klárur og fær eitt klapp frá tí næsta og rennur síðani avstað og tá hann kemur á mál er alt liðið komið á mál. Tvs. at 3. maður er avgerandi fyri hvussu liðið klárar seg. Best er um teir 3 luttakarnir frá sama firma hava líka blusir at renna í – so tað verður lættari at halda skil á skiftum. Virkir, stovnar o.l. kunnu tilmelda eitt ella fleiri lið á tríggjar rennarir.
HEIÐURSMERKIR OG STEYP
Tá seinasti rennarin er komin á mál og úrslitini eru greið, verða heiðursmerkir handaði til nr. 1, 2 og 3 hjá bæði gentum og dreingjum í øllum aldursbólkum, meðan tað hjá teimum vaksnu verður latið steyp til vinnaran hjá kvinnum og monnum og heiðursmerkir til nr. 2 og 3. Tríggir teir fyrstu veteranarnir fáa eisini heiðursmerki. Vinnandi stafett-liði fær steyp til ognar, umframt at nr. 1, 2 og 3 fáa heiðursmerkir. Okkurt leskiligt verður eisini at fáa frá Føroya Bjór.
TILMELDING ONLINE
Sum nakað nýtt í Føroya Bjór Renningini ber til at tilmelda seg online á heimasíðuni hjá FÍF, sum er www.athletics.fo .
Freistin fyri onlinetilmelding er fríggjakvøldi 30. mai klokkan 18.00. Luttøkugjaldið er kr. 30 fyri vaksin, kr. 20 fyri børn og kr. 100 fyri staffetlið. Tey sum tilmelda seg online, skullu avheinta startnummur við Telefonstøðina í góðari tíð áðrenn start. Eisini ber til, at tilmelda seg við Telefonstøðina, í seinasta lagi ½ tíma áðrenn renningarnar byrja. Allir luttakarir verða bidnir um, at møta við Telefonstøðina og tilmelda seg í góðari tíð áðrenn renningin byrjar.
Øll eru vælkomin at verða við, eisini tey sum ikki ætla at luttaka í Grand Prix, og vóna fyrireikarnir at undirtøkan verður minst líka góð sum hon hevur verið seinastu árini.
At enda vilja fyrireikarnir úr Treystinum ynskja øllum eina góða Norðoyastevnu.
Við ítróttakvøðu
Ítróttafelagið Treysti
Guttorm Sørensen
tlf. 21 70 67
Jonhard Larsen
tlf. 22 79 61




