Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tíðindaskriv: Føroya Tele ger munandi tillagingar í bygnaði og starvsfólkatali

John William Joensen

Týðiligar ábendingar eru um, at útlitini ikki eru eins góð og áður fyri kjarnuvinnurnar hjá Føroya Tele. Inntøkurnar frá hesum vinnum eru nú fallandi.

 Hetta kemst bæði av øktari kapping á fjarskiftismarknaðinum og búskaparútlitunum í samfelagnum sum heild. Hóast Føroya Tele er ein fíggjarliga sterk fyritøka, er neyðugt at taka avleiðingarnar av hesum í tøkum tíma.
 
Høvuðsavbjóðingarnar eru at lækka kostnaðarstøðið og at effektivisera fyritøkuna, samstundis sum Føroya Tele framhaldandi skal vera kappingarført og ført fyri at hava kapital og orku til at leita upp nýggj virkisøki og at virka sum slóðbrótari í vinnuligari menning í Føroyum.
 
Fyri at møta hesum avbjóðingum hevur leiðslan gjørt av at gera munandi tillagingar í bygnaði og arbeiðsgongdum, samstundis sum felagið flytir í nýggja høvuðssætið í Hoyvík. Høvuðssætið gevur felagnum nýggjar møguleikar fyri at seta í verk ein smidligari bygnað og at rationalisera arbeiðsgongdirnar.
 
Umframt at lækka kostnaðarstøðið, skal nýggi bygnaðurin skapa størri gjøgnumskygni í felagnum, eitt greiðari ábyrgdarbýti og eina optimala kundarøkt til gagns fyri bæði privatkundar, vinnulív og aðrar veitarar í Føroyum.
 
Tillagingarnar bera í sær, at starvsfólkatalið verður minkað við 30 starvsfólkum. Talan verður um minkingar í stórum pørtum av fyritøkuni.