Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tíðindaskriv frá Agenda 21: 11 bygdir og 2 býlingar hava melda til tiltakið "Best røkta bygd".

(Norðlýsið – Tíðindi)

Fleiri hava í ár melda til tiltakið "Best røkta bygd" enn undanfarin ár. Leisturin fyri tiltakið er í ár broyttur á tann hátt, at kappast verður í fleiri greinum. Umframt at kjósa eina best røktu bygd ella býling verður í ár eisini kjósa ein best røkta á og ein best røkta strandarlinja.

Í ár hava 11 bygdir og 2 býlingar melda til tiltakið "Best røkta bygd" og í næstum fer ein metingarnevnd út at meta um, hvør skal hava heiðurin "Best røkta bygd" ella "Best røkti býlingur" í 2006. Samstundis fer metingarnevndin eisini at gera úrskur í undirgreinunum "Best røkta á" og "Best røkta strandarlinja".
 
Sum nakað nýtt er eisini í ár møguleikið hjá metingarnevndini at geva ein serprís fyri "Besta átak", sum verður givið fyri tað góða, positiva og framskygda átakið innan náttúru- og umhvørvisvernd, burðardygga menning í lokalsamfelagnum ella burðardygga ferðavinnu.
 
Fyrireikarnir fegnast um, at so nógvar bygdir hava valt at luttaka í tiltakinum í ár og harvið hava valt at seta tað reina umhvørvið og trivnaðin á staðnum á dagskránna.
 
Bygdirnar sum hava melda í ár eru: Trøllanes, Rituvík, Tjørnuvík, Hósvík, Sandavágur (bert "Best røkta á"), Miðvágur, Vatnsoyrar, Sandvík, Hvalba, Famjin og Porkeri. Harumframt hava býlingarnir Inn á Gøtu og Tórsbyrgi í Tórshavn eisini melda til.
 
Í viku 22, 23 og 24 fer metingarnevndin at vitja bygdirnar og býlingarnar.
 
Metingarnevndin telur seks fólk og er sett saman av umboðum fyri Agenda 21 Stovuna, Ferðaráðið, Føroya Náttúru- og Umhvørvisverndarfelag, Heilsufrøðiligu Starvstovuna, Fornminnissavni og Arkitektafelag Føroya.
 
Vinnarnir í tiltakinum verða kunngjørdir á almennari samkomu í Listaskálanum í Tórshavn t. 28. juni kl. 16.

Harleywoodpaint