Ansni bleiv um vikuskifti boðsent av Strandferðsluni, til at avgreiða
ferðsluna til Dúgvuna sunnudagin, í samband við Summarfestivalin.
Uppgávur sum vóru gjøgnumførdar av Ansni á Summarfestivalinum 2004
Ansni bleiv um vikuskifti boðsent av Strandferðsluni, til at avgreiða ferðsluna til Dúgvuna sunnudagin, í samband við Summarfestivalin.
2 vaktarmenn avgreiddu ferðsluna, við at skipa so fyri, at bilar vóru settir rætt í kø, so einki skeift fór fram og eingin var noyddur til at bíða, longri enn einhvør átti, og annars vegleiða teimum ferðandi, ið høvdu fyrispurningar viðvíkjandi siglingini hjá Dúgvuni sunnudagin.
Alt gekk gott fyri seg, tó var bíðitíðin uml. 2 tímar, til at sleppa tvørtur um leirvíkarfjørð.
Hóðast tað, vóru eingir bilar standandi eftir á ferguleguni, eftir sísta túr hjá Dúgvuni.
Ein afturgangandi trupuleiki, hjá Strandfersluni í Klaksvík, eru teir bilar, ið verða stillaðir í kø og førarin ikki møtur upp, til fráferðina hjá skipinum. Ein annar afturgangandi trupulleiki er, tá fólk byrja at brúka køplássið til langtíðar parkering av bilum.
Vinarliga
Ansni




