Bátafestivalurin verður á Toftum leygardagin 5. mai 2007.
Byrja verður í Skálafirði, har bátarnir samlast kl. 13,00 Siglt verður út á Toftir, har komið verður umleið kl. 14,30
Móttøka verður í bátahylinum í Oyrunum á Toftum, har borðreitt verður við feskari suppu og onkrum øðrum afturvið. Møguleiki er hjá bátunum at fáa landstreym, og trygdarnet verða útflýggjað,eisini koma vaktir at hava uppsýn við økinum, so leingi stevnan er.
Økið er útvegað til húsvognar, sum tó mugu siga frá í góðari tíð, á tlf. 21 77 60
Á stevnuøkinum verður ymiskt undirhald fyri børn, so sum hoppiborg, trampolin, skreiðibani og bilar.
Til matna fáast teir vælumtóktu “ festival-búffarnir” smyrjubreyð og pylsur
Eisini er møguligt at bíleggja rundstykkir til morgunin eftir Harmonikutónar verða á økinum
Dansur byrjar í tjaldinum kl. 23,00, har” Dansiorkestrið” spælir
Ferðafólkabáturin “Viljin” kemur at sigla ímillum Toftir – Strendur og Toftir – Sund, ringjast kann á tlf.nr. 22 20 60. Eisini er møguligt at fáa bil úr Havn og niðan á Sund við at ringja Tlf.nr. 88 88 88
Við vón um góða uppmøting, ynskja vit øllum at verða hjartaliga vælkomin, til ársins fyrsta bátafestival.
Tofta Bátafelag
Viðkomandi upplýsingar kunnu fáast á hesum tlf.nr. 22 38 11 – 216054 – 21 77 60 – 22 22 0




