Sunnudagin 30. august kl. 14:00 skipar Sunnudagsskúlin í Betesda fyri barna-OL í Badmintonhøllini.
Skúlarnir eru byrjaðir aftur, og soleiðis er eisini við flest øllum sunnudagsskúlum kring landið.
Í hesum sambandi verður Badmintonhøllin enn einaferð karmur um Barna OL, sum hevur verið eitt afturvendandi tiltak tey seinastu árini.
Dagurin er samstundis startskotið upp á sunnudagsskúlaárið hjá Betesda í Klaksvík.
Seinasta ár vóru fleiri enn 300 børn, ið kundu spæla alt frá blindflogbólti til bovling.
Tiltakið er heldur øðrvísi enn eitt vanligt OL, av tí at ítróttargreinirnar eru heldur ókendar. Umframt nógvu spølini, verður eisini sangur og søga.
Meðan børnini hugna sær, kunnu foreldrini fáa sær kaffi og okkurt ábit meðan hugt verður eftir hvussu leikur fer.
Tiltakið verður sunnudagin 30. august frá kl.14.00.




