Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tíðindaskriv frá Eysturoyar Tjóðveldisfelag (01.03.05): Jónsvein Bjartason nýggjur formaður í Eysturoyar Tjóðveldisfelag.

John William Joensen

Aðalfundur var hildin í Eysturoyar Tjóðveldisfelag í kvøld. Fundurin varð hildin í húsunum hjá arbeiðarafelagnum Hæddini í Saltangará.

Væl av fólki var møtt, og fundarfólkið frøddist um serliga góða valúrslitið í oynni – á fólkatingsvalinum fyri kortum. Virkað verður áhaldandi og treytaleyst eftir stevnu floksins og felagið fegnast um at semja og sátt er fingin í lag aftur, eftir tað stríð, sum hevur verið í flokkinum í heyst og í vetur. Nývalda nevndin leggur til brots alt fyri eitt og skipaði hon seg á nevndarfundi eftir aðalfundin í kvøld.

Nývaldur formaður er Jónsvein Bjartason á Strondum.
Nevndin er annars mannað soleiðis: Andrea Eldevig, Fuglafirði, varaformaður, Árant Hansen, Norðragøtu, skrivari, Magni Joensen, Fuglafirði, varaskrivari, Herbert Olsen, Rituvík, peningarøkil, Olaf í Garði Joensen, Eiði, nevndarlimur og Kristbjørg Toftegaard, Skála, nevndarlimur.
Varalimir í nevndini eru: Hallur Ellingsgaard, Oyndarfirði og Jóannes Jóhannesen, Funningi.
Sambært viðtøkunum er formaðurin Jónsvein Bjartason nýggjur aðalstjórnarlimur og varamaður hansara er Andrea Eldevig.
Aðalfundurin valdi Magna Joensen, Andreu Eldevig, Olaf í Garði Joensen og Árant Hansen í Flokstingið. Varalimir eru Herbert Olsen og Jóannes Johannesen.
Til grannskoðarar vórðu valdir: Fríðfinnur Johnsson, Leirvík og Jógvan Næss, Skála. Varamaður sum grannskoðari er Andras Samson Gregersen, Strendur.

Fundarfólkið staðfesti, at flokkurin stendur sterkur í fólkinum í oynni, hetta varð seinast staðfest á fólkatingsvalinum 8. februar og miðvísa ætlanin er nú, at styrkja hesa støðu frameftir. Helst soleiðis, at flokkurin røkkur tveimum umboðum í oynni á næsta løgtingsvali. Í dag eru 170 limir í felagnum. 

 

Harleywoodpaint