Harley
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tíðindaskriv frá FaroeJet: FaroeJet í fasta flúgving millum Keypmannahavn og Pristina

(Norðlýsið – Tíðindi)

Avtalað er gjørd um, at FaroeJet í næstum byrjar fasta flúgving millum Keypmannahavn og Pristina í Kosovo. Talan er um eina charteravtalu, ið hevur stóran týdning fyri FaroeJet

FaroeJet og fyritøkan Mega Tourist í Danmark hava undirskrivað eina samstarvsavtalu, sum ber í sær, at flogfelagið í næstum byrjar fasta flúgving millum Keypmannahavn og Pristina í Kosovo.

Charterflúgvingin byrjar 16. desember, og FaroeJet skal flúgva millum Danmark og Kosovo eina ferð um vikuna, hvønn leygardag. Um summarið verður tó flogið tvær ferðir um vikuna, týsdag og leygardag.

Talan er fyri bróðurpartin um sonevnda etniska flogferðslu. Heta merkir, at fyri tað mesta er talan um at flyta fólk, sum eru flýdd úr Kosovo aftur og fram millum Danmark og heimlandið.

”Fyri FaroeJet hevur ein slík avtlala um seriu-charter sera stóran týdning. Í fyrsta umfari er talan um fasta flúgving og harvið fastar inntøkur í eitt longri tíðarskeið”, sigur Jóhan E. Simonsen, stjóri í FaroeJet.

Henda avtalan lættir eisini um arbeiðsliga hjá Faroe Jet. Tann sonevnda ad-hoc-charterflúgvingin krevur fyrireikingararbeiði fyri hvønn einstakan flúgvitúr, men við nýggju avtaluni verður alt fyrireikingararbeiðið gjørt eina ferð og er galdandi fyri allar flúgvingarnar.

Eftir avtaluni, sum er undirskrivað, byrjar flúgvingin leygardagin 16. desember 2006 og heldur fram til og við leygardagin 27. oktober 2007. Góðir møguleikar eru fyri, at avtalan verður longd út um hetta tíðarskeiðið.

Arbeitt hevur verið við hesi avtaluni í eitt skifti, og arbeiðið hevur verið meira krevjandi enn vanligt. Orsøkin er, at UNMIK (United Nations Mission In Kosovo) umsitur flogvøllin í Pristina, og tí hevur tað kravt nógv samskifti at fáa loyvi til at flúgva upp á Pristina.