Komandi sunnukvøld kl. 19.30 verður hildið áfram at tosa um Ísrael – har hesaferð denturin verður lagdur á: Hví biðja, hví hava umsorgan fyri Ísrael og jødiska fólkinum (1.partur). Tað er Fríðtór Debes, ið undirvísir í evninum.
Síðsta sunnukvøld varð tosað um Ísrael og Guds samkomu – og hvussu oftani vit síggja, at tað er eitt samspæl millum tað, ið hendir í Ísrael og tað, sum hendir í Guds samkomu. Tikin vóru fram t.d. árini 1885, 1905, 1948, 1956, 1967, 1977 og hvat tá hendi.
Um tað ikki liggur fyri at koma á sjálvt møtið , so ber til at lurta á netinum á www.filadelfia.fo tað verður sent live.
Øll eru vælkomin til hesa undirvísing.




