Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tíðindaskriv frá Fjarðafestivalinum: Humble Cry á Fjarðafestivalin.

John William Joensen

Tað byrjaði í februar 2007. Ein telefonsamrøða førdi til byrjanina av bólkinum sum tók tey flestu á bóli sum vóru til HMU konsertina í 2007.

Hendan konsertin førdi eisini til at hesin bólkur bleiv bjóðaður at spæla á Fjarðafestivalinum 2007 og teir skuffaðu ikki, men høvdu eina framførðslu sum setti seg fasta í minnið hjá mongum sum lýddu á.

Aftur í ár verður møguleiki at hoyra Humble Cry á Fjarðafestivalinum, teir havva akkurát verið uttanlanda og spælt. Spennandi verður at hoyra hvat er hent við bólkinum seinasta ári. Humble Cry fara á pallin seint fríggjakvøldið ella skal man tíðliga náttina til leygardag.