Fríggjakvøldið er stórt gekkakvøld í kringvarpinum og roknast kann við at stórsti parturin av Føroya fólki situr í spenningi og spælur við ella eru forvitin eftir at vita um nú nakar og hvør vinnur gekkin.
Hetta kann sjálvandi føra til at tað verður nokk so tómligt við fólki á festivalinum tað løtuna. Tí hevur festivalurin avgjørt at broyta skránna og byrja nakað seinni enn áður lýst.
Skráin fríggjakvøldið 29 aug, sær tí soleiðis út:
Kl. 21.00 Innipallur: Hans Jacobsen setur festivalin
Kl. 21.30 Innipallur: Woody Wright
Kl. 22.30 Útipallur: Lynda Randle
Kl. 23.45 Útipallur: The Isaacs
Kl. 01.00 Innipallur:Marstin and The Revelators
Kl. 01.45 Útipallur: Superhero
Einasta broyting leygardag 30 aug. er, at Humble Cry fara á pall kl 16.15.




