Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

TÍÐINDASKRIV FRÁ FØROYA NÁTTÚRUGRIPASAVNI: Grindahvalirnir fylgdir í 100 dagar

John William Joensen

Føroya Náttúrugripasavn hevur nú fylgt grindahvalunum, ið merktir vóru í Sandavági í august, í góðar eitthundrað dagar.

Av teimum sjey merktu hvalunum senda tríggir framvegis sum teir eiga. Hetta er alt hannhvalir, 440, 450 og 490 cm til longdar. Hini merkini steðgaðu at senda eftir ávíkavist 10, 14, 18 og 21 døgum. Óvist er hvat orsøkin er til tess.
Kanningin av hvussu teir sjey hvalirnir eru ættaðir vísir ongan skilskap út til og við 3. lið, men onkrir hvalir eru tó skildir longri úti. Hvalirnir hava hesar hundrað dagarnar ferðast okkurt um 7000 km. Sum sæst á myndini niðanfyri hava teir mestu tíðina verið í ein landnyrðing úr Føroyar, og á djúpum vatni. Tó, seinastu tíðina hava teir ferðast suðuryvir og hava ligið eystan fyri Føroyar, einar hálvt annað hundrað fjórðingar úr landi.
Kavingarmynstrið fyri tíðarskeiðið vísir at teir oftast eru grynri enn 40 metrar. Tó, okkurt um ein triðingur av kavunum hava verið djypri, og tá oftast niður á eitt dýpi millum 320 og 640 metrar. Kavingaratferðin er helst tengt at bæði ferðing og áti. Tað djúpasta hvalirnir hava kava, er niður á 810 metrar.

Kunning um hvalirnar sæst á www.ngs.fo.
Um fólk sær merktan hval, frættir Náttúrugripasavnið fegið nærri. Telefon: 35 23 20.