Føroya Pedagogfelag lýsir 24 tíma arbeiðssteðg fyri allar limir felagsins frá á midnátt í kvøld.
Føroya Pedagogfelag lýsir 24 tíma arbeiðssteðg fyri limir felagsins, frá á midnátt hósdagin 5 oktober 2006 til á midnátt fríggjadagin 6 oktober 2006.
Føroya Pedagogfelag vil á hendan hátt mótmæla gongdini í sáttmálasamráðingunum, ið nú hava vart í eitt ár.
Serliga er tað vantandi viljin hjá politikarunum, at vera við til samráðingarnar, og teirra manglandi útgreining av teirra ætlanum, ið liggur til grundar fyri hesi avgerð okkara.
Felagið hevur fleiri ferðir víst á, at nú dagstovnalógin er broytt, og nýggj kunngerð sett í verk, førir tað við sær størri ábyrgd og orku fyri starvsfólk á stovnunum. Vit meta broytingina sum eina kollvelting innan økið.
Samstundis ætlar Fíggjarmálarráðið at avtaka tænastumannasetanir, uttan at geva sær og okkum nóg góðar stundir til at viðgera hesar umfatandi broytingar.
Hetta gjørdist greitt, tá ið felagið sendi skriv til Kommunala Arbeiðsgevarfelagið og Fíggjarmálaráðið, har vit løgdu fram uppskot til eina ítøkiliga semju. Heldur enn at taka støðu til uppskot okkara, fingu vit ikki annað frá KAF og FMR enn burturforkláringar og uttanumtos.
Felagið hevur nú brúkt eitt heilt ár í royndini til veruliga at koma á tal við KAF og FMR um at koma til eina semju, men hvørja ferð hava KAF og FMR skáka sær undan einum dialogi.
Føroya Pedagogfelag má tí ásanna, at KAF og FMR hava ikki tann neyðuga viljan at koma á mál við samráðingunum, og síggja vit okkum tí noydd at lýsa ein 24 tíma arbeiðssteðg fyri limum okkara.
Hetta fyri at gera greitt, hvønn týdning og álvara vit leggja í at fáa okkara sáttmálaviðurskifti í rættlag.
Einmælt samtykt á álitisfólkafundi 05 oktober 2006 klokkan 13.45.
Føroya Pedagogfelag




