icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tíðindaskriv frá Føroya Skúlabókagrunni: Undirvísingarportalur

(Norðlýsið – Tíðindi)

Samstarvsavtalað gjørd, um ein føroyskan undirvísingarportal, sum Føroya skúlabókagrunnur skal umsita.

Landsstýrismaðurin í mentamálum, Kommunusamskipan Føroya og Føroya Kommunufelag hava mánadagin 23. oktober 2006 gjørt samstarvsavtalu um ein føroyskan undirvísingarportal.

Føroya skúlabókagrunnur skal umsita undirvísingarportalin, sum er alment atkomuligur og tekur støði í verandi heimasiðu grunsins www.fsg.fo

Fremstu málbólkar eru lærarar og næmingar, men eisini foreldur og teir myndugleikar, sum vara av skúlanum hava verið havdir í huga. Landstýrsmaðurin í mentamálum vónaði at allir teir stovnar, hann varar av, fara at medvirka í at fáa fulla nyttu av portalinum. Formenninir í báðum kommunfeløgunum fegnaðust um at kommununar høvdu funnið saman um henda upplagda møguleika at flyta skúlan eitt fet nærri framtíðini.

Helena Dam á Neystabø, leiðari á Føroya skúlabókagrunni nevndi at ”Føroyar eru eitt oyggjaland og at føroyingar ferðast nógv í onnur lond. Nýggj kanning sigur, at bara í Danmark búgva 20.000 føroyingar. Og føroyingar sigla um allan heim, ferðast í trúboðaraørindum og í vinnuligum ørindum. Umframt øllum tí føroyska skúlaverkinum, hava vit møguleika fyri at veita øllum hesum landsmonnum okkara eina holla tænastu og gera tað møguligt at halda føroyskan skúla, sama hvar vit eru stødd. Tað er bara eitt av mongum perspektivum við einum undirvísingarportali.”

Føroya skúlabókagrunnur samstarvar við føroysku fyritøkuna Munin um eitt talgilt Føroyakort og íslendska Námsgagnastovnin um 33 ymisk samvirkin undirvísingarforrit. Grunnurin tingast í løtuni við Fjølrit um rættindi at gera gamlan tekst úr uppseldum bókum teldutøkan og atkomuligan fyri flest møgulig. Fyritøkan Google Book Search hevur sýnt hesum virksemi áhuga og vil ókeypis átaka sær at gera hetta arbeiði, um neyðugu loyvini fáast.