Í tíðindaskrivi frá Gallup.fo stendur m.a. at lesa at Norðlýsið nú liggur í hølunum á Dimmalætting sum er nr. 4
Vevmátingarlistin – Vika 9
Topp 10
Á Topp 10 á Vevmátingarlistanum er Norðlýsið fari eitt pláss upp til nr. 5 og framum www.pop.fo. Meðan nýggja stjørnuskoti á Topp 10 er www.trygging.fo og hevur við sínum 1.179 brúkarum í viku 9 verið við til at koyra Oyggjatíðindi niður á eitt 11. pláss.
Upp og niður
Størstu framgongdina hesa vikuna, við heilum 60% í mun til síðstu viku, hevur www.kassi.fo hjá Kassamiðstøðini á Toftum. Haraftur ímóti er www.pop.fo tann heimasíðan, ið er farin longst niður, við 33,4%, í mun til vikuna framman undan. Hetta er ein síða sum sær út til at vera ávirka av um nakað hendir innan tónleikaheimin.
Nýggjar heimasíður
www.football.fo hjá Fótbóltssamband Føroya er nýggj á listanum og leggur seg væl út frá byrjan. Nú kappingarárið hjá fótbóltinum er við at fara í gongd, verður tað áhugavert at síggja hvussu ein slík síða verður ávirka av árstíðunum hjá ítróttinum.
www.krabbamein.fo er eisini nýggj á listanum, og hevur við hesum møguleikan at gera fólk varug við at heimasíðan er tiltaks, og at hon gevur áhugaðum hentar upplýsingar um fyribyrgjan og viðgerð av krabbamein.
www.sjalvstyrisflokkurin.fo er fyrsti politiski flokkurin á listanum. Hetta er ein spennandi bólkur at hava við á listanum, sum vónandi skjótt fer at gera tað møguligt hjá flokkunum at benchmarka síðurnar hjá hvør øðrum.




