Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tíðindaskriv frá Granskingardeplinum: Nýtt arbeiðsrit

(Norðlýsið – Tíðindi)

Granskingardepilin fyri Økismenning gevur í dag út arbeiðsritið "Hækkandi oljuprísir, djúpvatnstrolarar og møguligar avleiðingar fyri Suðuroynna",

sum Bogi Mortensen og Dennis Holm hava skrivað.

Um arbeiðsritið
Seinasta 1-2 árini – og ikki minst teir seinastu mánaðirnar – hava hækkandi oljuprísir verið ovast á breddanum í føroysku fjølmiðlunum eins og í fjølmiðlum kring allan Heimin. Fyri Føroyar er støðan við hækkandi oljuprísum sera aktuell, hetta bæði fyri húsarhald og fyri vinnulív. Hvat vinnuni viðvíkur er tað serliga fiskiflotin, sum verður hart raktur, og hava vit eisini seinastu árini sæð, hvussu talið av rækjuskipum, millum annað orsaka av høgum oljuprísum (men eisini orsaka av vánaligum prísum á rækjum), er minkað niður í onki.
 
Ein annar partur av fiskiflotanum, sum eisini er sera útsettur av høgum og hækkandi oljuprísum, eru djúpvatnstrolararnir. Djúpvatnstrolararnir eru flest allir heimahoyrandi í Suðuroynni – ella vera mannaðir í oynni (10 av 12 djúpvatnstrolarum hava manning úr Suðuroynni). Afturat hesum kemur, at fiskiflotin í Suðuroynni seinastu 3 ártíggjuni hevur verið merktur av eini spesialisering innan djúpvatnstrolarar, og er hendan spesialisering vorðin enn týðiligari seinastu árini, nú 9 av 16 fiskiloyvum í Suðuroynni eru til djúpvatnstrolarar.
 
Arbeiðsritið viðgerð tann stóra týdning, sum djúpvatnstrolararnir hava fyri Suðuroynna. Harumframt verður eisini víst hvussu høgir og hækkandi oljuprísir ávirkað raksturin hjá djúpvatnstrolarunum. Í arbeiðsritinum verður eisini viðgjørt hvørjir tillagingarmøguleikarnir hjá djúpvatnstrolarunum eru.
 
Arbeiðsritið kann takast niður í pdf-formati á heimasíðuni: www.region.fo 

Harleywoodpaint