Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tíðindaskriv frá Havnar Fimleikafelag: Væleydnað rútmukapping

John William Joensen

Havnar Fimleikafelag hevur, sum størsta fimleikafelag í landinum, tikið á seg at skipa fyri kappingum innan felagið eins væl og at skipa fyri kappingum, har fimleikarar úr øðrum feløgum kunnu luttaka.

Nú Havnar Fimleikafelag hevur 95 ár á baki, er tað ein sannroynd, at bæði fimleikarar, venjarar og aðrir fyriskiparar eiga æruna, at felagið kann loyva sær at síggja fram til nógv góð fimleikaár afturat.
Eitt tiltak, ið sigast kann, reiðiliga at seta dám á fimleikaárið, er rútmukappingin, ið seinastu 4 árini hevur drigið mangar fimleikarar út á Stórheygg at sýna síni kynstur.
Fimleikararnir, ið meldað til kappingina, seta saman lið við fýra ella fimm fimleikarum. Liðið skipar fimleikarøð, ið síðani verður víst fram í kappingini. Ymsar treytir eru til fimleikarøðina og við øllum teimum frálíku venjingunum fimleikararnir vístu fram sunnudagin, var sjón fyri søgn, at fimleikurin í Føroyum hevur ment seg nógv seinastu árini.
Í ár var sunnudagurin 21. november dagurin, ið settur var til rútmukappingina. Eins og undanfarnu árini varð býtt í bólkar eftir aldri. Av tí at fimleikararnir vóru nógvir, vóru teir býttir í 3 bólkar. Í hvørjum bólki vóru eini 6 – og í hvørjum liðið vóru 4-5 fimleikarar. Ein vinnarabólkur skuldi síðani kjósast í hvørjum bólki.
Vinnarar í rútmukappingin 2004 hjá Havnar Fimleikafelag
Bólkur 1
Nr. 1                                    Smá stjørnuskot

Bólkur 2
Nr. 1                                    Lucky girls
Nr. 2                                    Stjørnurnar
Nr. 3                                    Super star

Bólkur 3
Nr. 1                                    Sash
Nr. 2                                    Super star
Nr. 3                                    Butterflyes

Nógvir áskoðarar vóru til kappingina, sum var sera spennandi. Fólk fóru glað til húsar aftur eftir væleydnað tiltak, ið fimleikarar og áskoðarar longu nú kunnu gleða seg til verður aftur komandi ár.

Við fimleikakvøðu
Havnar Fimleikafelag