icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tíðindaskriv frá Hotel Norð: Harmonikuteff og grillkvøld á Hotel Norð

John William Joensen

Tann 5. mars 2005 verður harmonikutreff á Hotel Norð á Viðareiði, har nógvir harmonikuleikarar møtast og fara at spæla góðan harmonikutónleik.

Hetta tiltak er vorið eitt afturvendandi tiltak, har spælt verður ymsastaðni runt í landinum, og í ár verður tiltakið so á Hotel Norð á Viðareiði.
Komið verður saman um dagin, og spælt verður allan dagin.
Um kvøldið koma leikararnir at taka lut í stóra grillkvøldinum, sum Hotel Norð skipar fyri, við tónleiki, undirspæli til felagssang og dansi.
Grillkvøldið, sum byrjar klokkan 19.00, er alment, og borðreitt verður forrættið, ymiskum sløgum av búffum og dessert og kaffi.
Almenni dansurin byrjar eftir borðhaldið og verða tað 3 ymisk harmonikulið sum koma at skiftast at spæla.
Til ber at bíleggja borð á telefon 217020.

Hotel Norð, Viðareiði

Harleyfacadeacryl