Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tíðindaskriv frá IRF: Burturkast frá skipum

John William Joensen

Í seinastuni hevur verið nakað av umrøðu um rusk og burturkast frá skipum. Greitt hevur verið frá um havumhvørvislógina og ásetingarnar í henni.

Heilt stutt ásetur lógin, at burturkast ikki má kastast fyri borð á føroyskum sjóøki, og at móttøkustøðir verða skipaðar á havnaøkjum til burturkasti frá skipum. Afturat havumhvørvislógini eru eisini kunngerðir, sum skipa viðurskiftini viðvíkjandi spillolju og øðrum.

IRF og burturkast frá skipum.
Av tí at lógin ásetur, at móttøkustøðir verða skipaðar á havnalagnum, hevur mesta  samskiftið verið millum havnirnar og IRF um hesi viðurskifti og minni millum skipini og IRF, tó undantikið spillolju.
Tað er ógvuliga ymiskt, hvat slag og hvussu nógv burturkast kann koma frá útróðrarbátum og fiskiskipum, alt eftir um róð verður við snellu ella línu ella roynt verður við gørnum ella troli. Harafturat koma farmaskip og ferðamannaskip.

Burturkast frá matgerð
Allir bátar og øll skip, sum eru burtur í meira enn eitt samdøgur, hava nakað av burturkasti, sum stavar frá matgerð, svarandi til ruski frá húsarhaldum og matstovum. Meginparturin av hesum skal brennast, tó undantikið reint pappír og papp.

Útróðrarbátar og línuskip
Agnið, sum hesir skipabólkar brúka, er pakkað væl inn og ofta bæði í plast og papp. Plastið skal brennast, men pappið kann møguliga brúkast til endurnýtslu. Treytin er, at pappið er reint og turt og ikki er klætt við voksi ella plasti.
Útróðarbátar í summum bygdum brúka nógva goggu ávísar tíðir. Henda egningin fer tó sum oftast fram uppi á landi, og leivdirnar koma tí ikki sum burturkast um brúgvakantin. Knústu gogguhúsarnir verða samlaðir upp í bingjur og sendir á brennistøðina til brenningar. Onkur onnur loysn átti helst at verði brúkt her.
Gomul lína, gamlir endar av ymsum slag og stampar verða brendir. 

Trolarar
Trol eitt rættuliga samansett amboð, tá talan er um burturkast. Meginparturin av trolinum er net. IRF tekur ímóti trolneti uttan veir, flot, ketu ella annað til endurnýtslu. Trolveirur og PVC-flot skulu tyrvast. Rokkhopparar, trossar og tílíkt verður brent. Lemmar og annað jarn ella metal verður sent til endurnýtslu.

Garnaskip
Hóast gørn er ein einfaldur reiðskapur, eru fleiri burturkastbólkar í einum garni. IRF tekur ímóti neti til endurnýtslu, treyta av at tað er uttan flotlínu og blýlínu. Flotlínan verður brend, meðan blýlínan er at rokna sum serliga dálkandi burturkast.

Elektronikkur
Nútíðar skip hava nógva elektroniska útgerð umborð. Elektronisk tól eru sera samansett, tá talan er um burturkast. Tey verða tí handfarin fyri seg og send til góðkend hagreiðingarvirki til sundurtøku og skiljing.

Hvítvørur
Hvítvørur, undantikið kuldaskáp og frystiboksir, verða viðgjørd sum jarn og metal og send til endurnýtslu.
Kuldaskáp og frystiboksir skulu handfarast fyri seg, av tí at tey innihalda ozonskaðilig gassir.

Serliga dálkandi burturkast
Allir bátar og øll skip hava spillolju, og nøgdin er sjálvandi tengd at støddini á motorinum. Harafturat kunnu vera stórar nøgdir av oljudálkaðum vatni. Flestu havnir hava tangar til móttøku av smærri nøgdum av spillolju. Størri nøgdir hava higartil sum oftast verið avgreiddar beinleiðis millum skip og IRF.
Eisini kunnu vera smærri nøgdir av øðrum serliga dálkandi burturkasti frá skipum, t.d. málingarleivdir, loysingarevni, akkumulatorar og battarí.

Móttøkustøð
Ein móttøkustøð á havnalagnum er í veruleikanum eitt virki ella ein partur av virkseminum hjá eini havn, sum skal taka ímóti burturkasti frá skipum. Hesar móttøkustøðir skulu tí skipa seg sum onnur virki viðvíkjandi skiljing av burturkasti. IRF hevur eisini havt samskifti við ávísar havnir um hetta, og í onkrum førum eru munandi ábøtur gjørdar.
Sum eitt samandrag vísir talvan, hvat burturkast kann koma frá skipum og hvussu hetta skal skiljast og verður viðgjørt. Av tí at munandi strangari krøv eru til skiljing av burturkasti nú enn fyri nøkrum árum síðani, og at ein munandi størri partur av burturkastinum eisini verður endurnýttur, er neyðugt, at burturkastið er skilt í væl avmarkaðar bólkar, áðrenn tað verður sent til IRF.

IRF

Talva 1. Móttøkuskipan til burturkast frá skipum skal kunna taka ímóti og handfara sera nógv ymisk sløg av burturkasti.
Burturkast: Burturkast, sum skal brennast 
Dømir: Matleivdir og leivdir frá matgerð, agnleivdir, plast, vátt og skitið papp, voks ella plast klætt papp, gomul lína, gamlir endar, stampar, rokkhopparar o.t.

Burturkast: Papp og pappír til endurnýtslu
Dømir: Reint og turt papp og pappír, sum ikki er klætt við voksi ella plasti.’

Burturkast: Jarn og metal til endurnýtslu
Dømir: Trollemmar, keta, aluminiumsskottir, motorar, elektromotorar, aðrir jarn- og metal lutir.

Burturkast: Net til endurnýtslu
Dømir: Trolnet uttan grunn- og flot, ketu og veir, og garnanet uttan flotlínu og blýlínu.

Burturkast: Tól við freon o.t.
Dømir: Kuldaskáp, frystiskáp, frystiútgerð.

Burturkast:  Elektronikkur 
Dømir: Navigatiónsútgerð, teldur, sjónvørp, útvørp, el-káplar o. t.

Burturkast: Burturkast til tyrving 
Dømir: PVC-flot, trolveirur.

Burturkast: Serliga dálkandi burturkast
Dømir: Máling, loysingarevni, onnur kemikaliu, akkumulatorar, battarí, blýlína.

Burturkast: Spillolja
Dømir: Spillolja, oljudálkað vatn.