IRIS skipar fyri útferð til dystin millum Liverpool og Manchester United á Anfield Road. 90 atgongumerki eru tøk
Eftir sera nógv stríð og ímóti øllum forvantningum, hava vit fingið hendur á 90 atgongumerkjum til dystin á Anfield Road. ímillum Liverpool og Manchester United. Um nóg stórur áhugið er fyri tí, so skipar IRIS fyri beinleiðis túri við Atlansflog til Liverpool. Hjálagt senda vit tykkum skriv, sum sigur nakað um túrin.
Av tí at vit hava sett eina tekningarfreist til nú hósdagin, vóna vit, at tit kunnu taka henda spennandi túr við sum tíðindir, so skjótt sum tilber.
Um tað er nakað tit ivast í, ella vilja vita meira um, so eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við okkum.
Vinarliga heilsan
IRIS
tlf. 456390 ella 216390




