Harleywoodpaint
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tíðindaskriv frá Klaksvíkar Ítróttarfelag: Formaðurin hevur umskipað nevndina hjá KÍ

John William Joensen

Allan Joensen loysir Símun Gullaksen av sum ábyrgdarfólk fyri Fótbólt, verður sagt í tíðindaskrivi frá KÍ

Tíðindaskriv frá Klaksvíkar Ítróttarfelag:

Eftir at Símun Gullaksen boðaði formanni felagsins frá at hann av persónligum orðsøkum ikki longur kann røkja sínar uppgávur í nevndini, hevur formaðurin, týskvøldið 8. juni, útnevnt Allan Joensen sum ábyrgdarfólk fyri fótbólt.
Símun Gullaksen fer tó framvegis at hava onkrar uppgávur um hendi, men er ikki longur nevndarlimur.
Lógarheimildir:
Í § 5 stk. 21 stendur skrivað:
Ábyrgdarfólkini verða vald á hvørjum ári. Veljast kann eitt varafólk til hvørt ábyrgdarfólk,  sum røkkir hetta starvið, um fyrst valda ábyrgdarfólk ikki fær røkt sína uppgávu. Er onki varafólk til taks, kann formaðurin – ella onkur av honum útpeikaður persónur  – átaka sær hetta arbeiði fram til fyrst komandi aðalfund.

Sostatt kemur Allan Joensen at røkja uppgávuna,  sum Ábyrgdarfólk fyri Fótbólt, fram til aðalfundin.

Klaksvíkar Ítróttarfelag
Klaksvík tann 8. juni 2005
John William Joensen,
umboðsfólk fyri samskifti, tlf. 229682