Harley
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tíðindaskriv frá kringvarpsstýrinum

Kringvarpsstýrið

Kringvarpsstýrið hevur viðgjørt og eftirmett tilgongdina við sjónvarpssendingini, sum var gamlaárskvøld. Sendingin hevur verið fyri atfinningum, tí ivi er sáddur um óheftnið hjá Kringvarpinum.

Kringvarpsstýrið hevur viðgjørt og eftirmett tilgongdina við sjónvarpssendingini, sum var gamlaárskvøld. Sendingin hevur verið fyri atfinningum, tí ivi er sáddur um óheftnið hjá Kringvarpinum.

Stýrið og stjórin í Kringvarpi Føroya eru samd um, at tað var ein skeiv avgerð av stovninum at góðtaka, at kommunur fingu høvi at keypa seg inn í sendingina, tí tað er ikki í samsvari við andan í kringvarpslógini og reglurnar um góðan fjølmiðlasið.

Í kringvarpslógini grein 8, stk. 5 stendur, at kunngerð, lýsing og sponsorering skal verða háttað soleiðis, at greiður skilnaður er millum programminnihald, kunngerð, lýsing og sponsorering.

Kringvarpsstýrið

17. januar 2014