Gomlu handilshúsunum úti í Klaksvíksgarðinum verða sunnudagin 21.desembur karmur um tiltak við tónleiki og upplestri.
Tey sum framføra tónleik eru vælumtókti bólkurin FAROE5 og hin ungi yrkjarin og lagsmiðjurin Rógvi Jacobsen. Tey sum lesa og siga frá eru Sjúrður Skaale, Bergur Rasmussen, Rakel Helmsdal og Búi Dam.
Kl 1430 Framføra FAROE5
Asta, Vígdis, Jónvá, Ragnhild og Lillian fara at framføra sangir av nýggju fløguni.
Kl 1515 Lesur Búi Dam
Búi Dam, rithøvundur, lesur úr bókini Drongurin sum gloymdi hvussi mann spælir.
Kl 1530 Lesur Rakel Helmsdal
Rakel Helmsdal, rithøvundur, lesur úr Úr mosakulluni. Við Nóa og Bessa Bø og Vespertiliu byrja vit eina langa ferð í einum lítlum heimi.
Kl 1545 Sigursteinurin Bergur Rasmussen lesur
Bergur Rasmussen, rithøvindur, lesur úr nýggju bók síni um gentuna Erlu og vættrina Sópikinn.
Kl 1600 Sjúrður Skaale sigur frá “E elski Førjar”
Úr sínum sjáldsama brunni oysir Sjúrður við einum undaligum steypi ein drykk, sum fær sjálvt hin sorgblíða at smílast av heilum hjarta.
Kl 1615 Framførir Rógvi Jacobsen nakrar sangir
Høvið verður at ogna sær fløgu og bók við undirskrift frá tónleikarum og rithøvundum.
Okkurt leskiligt og ábit fæst eisini.
Vælkomin norður, út, heim og inn í Leikalund á ársins stytsta degi – á vetrarsólstøðu!
Um luttakararnar:
FAROE5
Bólkurin varð stovnaður í apríl í ár, og fyrsta stakfløgan Bara 1 Spæl, gjørdist eitt veruligt summarhitt. Nú er fyrsta heila fløgan hjá FAROE5 givin út, við bæði orkumiklum dansiløgum og inniligum balladum.
Ein av sangunum, "Tell Me Now", er í løtuni nummar 1 á 15 Teim Bestu.
Búi Dam
Við bókini Drongurin sum gloymdi hvussi mann spælir roynir Búi seg sum rithøvund á fyrsta sinni. Bókin byggir á Ævintýrferðina, sum Búi Dam og Dánjal á Neystabø hava ferðast kring landið við.
Rakel Helmsdal
Rithøvundur, hevur m.a. skriva bøkurnar um Hugo, um lílta skrímsl og Stóra Skrímsl og er nú farin undir røðina Úr mosakulluni.”
Bergur Rasmussen
Hevur áður týtt Harry Potter o.a. bøkur og hevur nú skrivað bókina Sigursteinurin.
Sjurður Skaale
Er høvuðsmaðurin aftanfyri mongum skemtiligum íblástri, seinast í sjónvarpsrøðini og nú eisini á fløguni E Elski Førjar.
Rógvi Jacobsen
Er ein ungur singer-songwriter úr Klaksvík, sum longu vísir tryggleika, tá tað kemur til gittarspæl og sang. Rógvi framførir bæði egin løg og løg hjá øðrum.




