Leirvíksfjarðarbólkurin krevur nú alment innlit í tølini fyri Leirvíksfjarðarleiðina.
Soljóðandi skriv varð fríggjadagin sent stjóranum á SSL, Kristiani Davidsen og landsstýrismanninum í samferðslumálum, Bjarna Djurholm:
Á fundi í Klaksvík 27. mars 2003 fór Leirvíksfjarðarbólkurin, eftir áheitan frá Norðoya Vinnulívsráði, Kristiani Davidsen, stjóra á SSL, Bjarna Djurholm, landsstýrismanni við samferðslumálum og Klaksvíkar Býráði, aftur til verka.
Í bólkinum eru umboð fyri vinnuna í Norðoyggjum, manningina umborð á strandferðsluskipunum, Norðoya Vinnulívsráð, brúkarar/pendlarar og Klaksvíkar Býráð. Limirnir eru: Rani Nolsøe, formaður, Rúna Sivertsen, Símun Dam, Pauli Magnusson, Elmar Zachariassen, Óluva Klettskarð og Jógvan Høj.
Á fyrsta fundinum leggur bólkurin herðslu á, at Dúgvan undir ongum umstøðum má takast úr sigling. Verður kapasiteturin á leiðini skerdur, gerst SSL ein beinleiðis forðing fyri teirri menning, sum verið hevur í Norðoyggjum seinastu árini.
Harumframt skerjir SSL sítt egna inntøkugrundarlag, og verður atvoldin til, at landskassin missir inntøkur.
Eisini metir bólkurin, at neyðugt er at biðja Strandfaraskip Landsins um alment innlit í fíggjarskapin á farleiðini um Leirvíksfjørðin. Hetta, tí tað yvirhøvur ræður ein ávísur ivi um teir upplýsingar, sum hava verið almannakunngjørdir.
Harumframt samtykti Leirvíksfjarðarbólkurin at arbeiða fyri:
- At Sam verður lagdur í Klaskvík um næturnar, soleiðis at fyrsti túrur um morgnarnar verður úr Klaksvík
- At ætlaða billetteringin á skráanum ikki verður sett í gildi, tá umstøðurnar av hesum versna munandi fyri tey ferðandi
- At møguleiki verður at keypa ferðaseðil áðrenn farið verður umborð, og at møguleiki eisini verður at gjalda aftur og fram í einum
- At Leirvíksfjarðarbólkurin fær tilmælisrætt í málum, sum beinleiðis snúgva seg um farleiðina um Leirvíksfjørðin
Bólkurin, sum nú er farin til verka, fer at hava regluligar fundir, har øll mál í sambandi við leirvíksfjarðarleiðina fara at verða viðgjørd.
27. mars, 2003
Leirvíksfjarðarbólkurin




